Fyri vágbingar mundi landskappingin í fótbólti seinasta ár kennast sum eitt satt vónbrot. Serliga byrjanin av kappingini var katastrofal, og liðið megnaði langt í frá at liva upp til tær vónir, sum bæði leikarar og áskoðarar høvdu undan kappingarárinum.
Seinni hálvu gekst tó nakað betri, men við tað at liðið hevði mist ov nógv áðrenn summarsteðgin, komu teir ongantíð í næ námind av fremstu liðunum.
Ikki mist mótið
Lakað úrtøkan seinasta ár hevur tó á ongan hátt tikið mótið frá vágbingum. Eftir laku fyrru hálvuna seinasta ár, høvdu leikarar, venjari og leiðsla ein fund, har teir gjørdu eina eftirmeting av avrikinum, og komu teir til ta niðurstøðu, at teir møguliga byrjaðu ov tíðliga at venja seinasta ár. Tað vísti seg nevnliga, at vágbingar vóru sera væl fyri í steypakappingini, men tá so landskappingin byrjaði, var tað sum leikararnir høvdu mist stevið.
Tískil verður farið nakað seinni undir venjingina til komandi kappingarár, soleiðis at venjingin byrjar ein mánaða seinni, t.v.s. fyrst í februar mánaði.
Styrkt hópin
Mannbjørn Tausen, formaður í VB, greiður frá, at teir vænta at allur hópurin frá undanfarna kappingarári verður til taks, tá venjingin byrjar aftur, og at teir har umframt hava arbeitt við at styrkt um hópin.
Longu nú er greitt, at Robert Ciezlevic, sum seinasta kappingarár leikti við ÍF, verður at síggja í VB búnanum komandi kappingarár. Harumframt verður eisini arbeitt við at fáa onkran leikara afturat í hópin, men enn er so einki avgjørt hesum viðvíkjandi. Seinastu tíðina hevur annars verið at hoyrt, at málverjin, Bjarni Johansen, skuldi verið á veg til annað felag, men Mannbjørn vónar, at Bjarni eisini fer at verja VB málið komandi kappingarár.
Sostatt er greitt, at VB komandi ár fer at hava tríggjar útlendskar leikarar í hópinum, við tað at leikandi venjarin, Krzystof Popczynski, og Milan Kulic báðir halda fram í felagnum.
Umframt at vera leikarar, er ætlanin, at teir tríggir útlendsku leikararnir eisini skulu átaka sær part av venjingini í felagnum, soleiðis at Krzystof verður venjari hjá 1. liðið og høvuðsvenjari fyri ungdómsdeildina, meðan Robert og Milan skulu venja nøkur av yngru liðum felagsins.
Mannbjørn greiðir annars frá, at teir tríggir allir hava arbeiði við síðuna av fótbóltinum, soleiðis at tað ikki hongur ein alt ov stór fíggjarlig byrða á felagnum. Hetta hevði snøgt sagt ikki verið gjørligt, um felagið sjálvt skuldi borið allar útreiðslurnar, sigur Mannbjørn.
Góð útlit
Megnar VB at halda Bjarna í hópinum og møguliga styrkja enn meira um hópin, kann av røttum sigast, at útlitini fyri komandi ár eru góð.
Suðuri á Eiðinum eru vágbingar altíð tungir at syfta, og avrikini í seinnu helvt seinasta ár sýna, at tað so avgjørt er nakað at byggja á har suðuri.
Í øllum førum er væntandi, at vágbingar megna at bøta um endastøðuna seinasta ár, men sum kunnugt, so eru tað helst fleiri lið, sum hava somu ætlanir.
Svarið upp á alt hetta fáa vit helst ikki fyrr enn um mánaðarskifti september/oktober komandi ár.