Vágbingar fáa knívin á barkan

Enn eru rættiliga nógv húski í Vági, sum ikki hava rottanga, men tey fáa nú eina freist upp á tríggjar mánaðir. Annars fellur hamarin.

Tað hevur Vágs Býráð nú samtykt.

Vágur hevur verið eitt av teimum plássunum, har tað hevur verið rættiliga illa statt við rottangum.

Fri nøkrum fáum árum síðani vóru tað heili 200 hús í Vági, sum ikki høvdu rottanga.

Býráðið hevur roynt at strongt á og tað hevur eisini hjálpt munandi.

Men tað eru framvegis eini 80-90 hús í Vági, sum ikki hava rottanga, sigur Dánjal Bjarkhamar, formaður í teknisku deild í Vágs Býráði.

Men nú vil Vágs Býráð hava eina endaliga loysn á trupulleikanum.

Tí hevur Vágs Býráð nú samtykt, at tey húski, sum enn ikki hava rottanga, fáa nú eitt skriv frá býráðnum.

Har verður boðað frá, at tey fáa freist til 1. mars at útvega sær rottanga.

Tey, sum ikki hava útvegað sær rottanga frá, sleppa ikki undan, tí tá fer kommunan at gera rottanga fyri tey ? men rokningin verður send teimum, sum eiga húsini.