Vágbingar eru púra ovfarnir

Lokala loysnin tykist bera til betri úrslit, enn teir í VB/Sumba høvdu ímyndað sær, at tað skuldi bera til

Fótbóltur

 

Kappingarárið er framvegis ungt. Tað er langt til síðst í oktober, og tað kann væl vera, at tað í næstbestu fótbóltsdeildini fer at venda eitt sindur øðrvísi, tá ið 27 umfør fara at vera spæld.

Higartil hevur kappingin verið eitt sindur óruddulig. Orsaka av illveðri bíðar eitt umfør, sum verður spælt nú leygardagin, og orsaka av altjóða dystum seinni í summar hava onkur feløg spælt fleiri og onnur færri dystir í 1. Deild.

 

Fegnir vágbingar

Men tað er einki at ivast í, at tað er VB/Sumba, sum hevur fingið mest sannførandi byrjanina. Eftir fleiri ár við nógvum útlendskum spælarum flutti liðið í fjør niður. Teir í sunnaru helvt í Suðuroy góvu til kennar, at teir ógvuliga fegnir vildu vera við til at manna eitt felags suðuroyarlið. Tað vóru fleiri í norðaru helvt, sum eisini vóru fyri hesum, men málið fall á aðalfundi í TB, og so verður spælt í tveimum liðum úr Suðuroy í næstbestu deildini.

Ábendingarnar úr Vági hava verið greiðar um, at teir ikki ætlaðu at spenna bogan høgt. Gamli miðvallarin Jón Pauli Olsen er venjari, og gamli málmansveteranurin, Bjarni Johansen, sum nú er formaður í felagnum, og sum legði handskarnar á hillina í fyrraárið, er aftur millum stólparnar.

Higartil hevur gingið upp á stás hjá VB/Sumba, og eftir 2-0 sigurin á Sevmýri í góðveðrinum í gjárkvøldið, tók onkur vágbingar til – í skemti – at nú tykist sum um, at liðið hjá teimum fer at koma í uppflytingarvanda!

Undir øllum umstøðum er VB/Sumba oddalið við fullum stigatali. Grannauppgerðin á Sevmýri var væl vitjað, og tað var intenst og spennandi, hóast TB longu eftir hálvan tíma misti málverjan, Ivan Stojkovic, eftir at hann sum aftasti maður hevði felt Dan Djurhuus. Pól Thorsteinsson umsetti úr ellivu metrum ímóti Olivuri Abrahamsen, sum var farin í TB málið.

Hóast TB var undirmannað, so góvust heimamenninir ikki. Fleiri vandamiklar hornasparksstøður stóðust í 2. hálvleiki, men Bjarni Johansen, Pól Thorsteinsson og hinir í VB/Sumba veruni hildu tætt, og í yvirtíðini skoraði Kenneth Kjærbo til 2-0, og harvið er VB/Sumba sannførandi oddalið, meðan TB eftir tvey tap á rað datt niður á triðja pláss.

 

Vestur móti uppflyting

07 Vestur flutti við trivaligum 8-1 sigri á teimum næstbestu hjá Víkingi upp á uppflytingarpláss, og við 4-2 heimasigri á NSÍ nærkast AB nú teimum, sum kappast um tvey tey ovastu plássini og harvið uppflytingina. Leygardagin fer AB at taka ímóti TB, meðan VB/Sumba skal í Gundadal at spæla ímóti HB.

Við trivaligum 3-0 sigri á Toftum mikukvøldið styrkti HB um sína støðu í kappingini um heiðursmerkjaplássini. Tá ið HB liðið er væl mannað – og tað er tað oftast í Gundadali – er møguleiki fyri góðum úrslitum ímóti øllum hinum.

KÍ tapti stórt í tveimum teimum fyrstu umførunum í Sørvági og í Vági. Síðani hevur KÍ vunnið tríggjar ferðir. Hesa ferð var tað í Streymnesi, har Leon Bjartalíð aftur taldist millum málskjúttarnar. KÍ sigurin var 3-2, og fýra mál vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður. Hjá heimaliðnum skoraði Dánjal Davidsen bæði málini. Mánakvøldið var hann fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu á besta liðnum. Hjá KÍ skoraði unglingaspælarin Eli Simonsen, sum hevur vunnið sær pláss á besta KÍ liðnum, tvær ferðir.

EB/Streymur, B68 og NSÍ stríðast fyribils í botninum, meðan Víkingur framvegis er leysur frá teimum niðastu. Leygardagin verður Víkingur partur av fyri vánirnar at sleppa undan botninum týdningarmiklari uppgerð í Klaksvík.

 

Mynd: TB-VB/Sumba

Mynd: Áki Bertholdsen

 

Fakta

AB-NSÍ 4-2 (4-1)

1-0: Dion Splidt 13.

2-0: Tróndur Sigurðsson 22.

2-1: Øssur Dalbúð 24.

3-1: Dion Splidt 38.

4-1: Tróndur Sigurðsson 44.

4-2: Øssur Dalbúð 71

 

TB-VB/Sumba 0-2 (0-1)

0-1: Pól Thorsteinsson br 32.

0-2: Kenneth Kjærbo 90.

Reytt kort: Ivan Stojkovic, TB, 31.

 

07 Vestur-Víkingur 8-1 (2-0)

1-0: Andrzej Stretowicz 27.

2-0: Gunnar Haraldsen 40.

3-0: Sjúrður Ellefsen 47.

4-0: Tór Ingar Akselsen 50.

4-1: Bárður Hansen 55.

5-1: Andrzej Stretovic 60.

6-1: Tór Ingar Akselsen 63.

7-1: Kim Poulsen 76.

8-1: Kim Poulsen 87.

 

B68-HB 0-3 (0-2)

0-1: Tummas Hans Rubeksen 36.

0-2: Pætur Jørgensen 40.

0-3: Páll M. Joensen 87.

 

EB/Streymur-KÍ 2-3 (1-1)

1-0: Dánjal Davidsen 42.

1-1: Leon Bjartalíð 45.

2-1: Dánjal Davidsen 48.

2-2: Eli Simonsen 58.

2-3: Eli Simonsen 76.

 

Leygardagin 10. Mai

AB-TB

HB-VB/Sumba

KÍ-Víkingur

B68-07 Vestur

EB/Streymur-NSÍ