Vágbingar blanda seg í oddin

Við einum sigri á LÍF er VB framvegis við í stríðnum um heiðursmerkir. LÍF skal hinvegin ansa sær fyri niðurflytingini

VB vann ein sannførandi sigur á leirvíkingum í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin. Við sigrinum leggja teir trýst á sumbingar, sum eru beint frammanfyri. VB kann tó ikki flyta upp, tí at felagið eisini hevur lið í 1. deild.
Tað var Sigmund Mikkelsen, sum legði útiliðið framum heilt tíðliga í dystinum, og hetta var eisini støðan við steðgin.
Stutt eftir steðgin javnaði Bárður Heinason fyri LÍF, men so legði VB sjógv ímillum seg og LÍF.
Jón Pauli Olsen skoraði tvey fylgjandi mál, og Niclas Ludvig skoraði síðani til 4-1. So var dysturin í roynd og veru avgjørdur, men Fróði Joensen pyntaði um úrslitið, tá hann minkaði um munin til 4-2.

LÍF-VB 2-4 (0-1)
0-1: Sigmund Mikkelsen
1-1: Bárður Heinason
1-2: Jón Pauli Olsen
1-3: Jón Pauli Olsen
1-4: Niclas Ludvig
2-4: Fróði Joensen