Tað hevur verið stór framgongd í vinnulívinum í Vági tey seinastu árini. Umframt tær vanligu vinnugreinarnar, hevur eisini okkurt slóðbrótandi virksemi stungið seg upp. Hugsað verður sjálvandi um teir serligu trollemmarnar hjá Injector Doors, sum hava vakt ans víða hvar.
Og nú fara vágbingar aftur undir eitt slóðbrótandi virki. Eisini hetta virkið er tengt at sjónum, men hesuferð er tað tað livandi tilfeingi, sum talan er um.
Tað er Jacob Eli Múller í Vági, sum nú ætlar sær undir eitt slag av fiskaaling, sum er spildurnýtt í Føroyum.
Hann ætlar sær nevniliga at ala hvasskvoysu, ella tindaskalli í Vági. Hvasskvoysa er tann fiskurin, sum á donskum eitur pighvarre. Á føroyskum gongur hann eisini undir navninum tindaskalli.
Hetta er ein flatfiskur. Hann er næstan trillrundur, og livur, sum aðrir flatfiskar, niðri á botni.
Men hetta er ein sera dýrmettur fiskur og tískil er marknaðarprísurin eisini sera høgur.
Hjá okkum er hann ikki so dýrur, men aðrastaðni er prísurin væl hægri enn á laksi. Eitt nú hava fiskaseljarar upplýst fyri okkum, at í Danmark kann prísurin koma upp á 100 krónur fyri kilo.
Hesi seinastu árini er nógv gjørt fyri at menna aling av hvasskvoysu, bæði í Danmark og í Noregi. Og nú leggja so eisini vágbingar til brots.
Samstarv við SEV
Ætlanin hjá Jacob Eli Múller er nú komin so mikið áleiðis, at hann hevur søkt kommununa um stykki at byggja virkið á.
Hann søkti um eitt stykki uppá 2000 fermetrar, sum hann ætlar at reisa virkið á.
Málið var fyri á býráðsfundi í Vági týskvøldið og har varð einmælt samtykt at játtað honum stykkið.
Stykkið liggur beint við elverkið hjá SEV inni á Oyrunum í Vági.
Og tað er ikki av tilvild at virkið skal byggjast undir liðini á SEV.
Tí fyri at ala hvasskvoysu, krevst, at vatnið hevur ein ávísan hita.
Tí hevur stigtakarin havt samráðingar við SEV um at fáa loyvi at brúka tað heita avlopsvatnið frá elverkinum til alivirkið.
Upplýst var á býráðsfundinum í Vági, at hesar samráðingar høvdu gingið sera væl, og at SEV var ógvuliga hugað fyri at lata avlopsvatnið til endamálið.
Men hóast talan er um nýskapandi virkið í Føroyum, byrjar Jacob Eli Múller ikki púra á berum, tí tað kom undir viðgerðini í Býráðnum, at hann hevur gott samstarv við danska fyritøku, sum er væl kunnug við hetta slagið av aling.
Tíverri eydnaðist ikki at fáa fatur á Jacob Eli Múller sjálvum.










