Vágatunnilin stongdur í eitt korter

Hóskvøldið varð Vágatunnilin stongdur í eitt korter, tí ein ávaringarskipan gjørdi vart við, at okkurt var galið. Tað vísti seg tó, at einki var áfatt, og tunnilin varð latin uppaftur

Vágatunnil

Hóskvøldið stóð ein lang røð av bilum og bíðaði eftir at sleppa ígjøgnum Vágatunnilin.
Bummurin var farin niðurfyri, og bilarnar máttu bíða í eitt korter fyri at sleppa um Vestmannasund.
? Vit gjørdu reint í Vágatunlinum hósdagin. Tað varð vaskað og ruddað, og á onkran hátt hevur hetta ávirkað ein følara í tunlinum, sigur Dávid Reinert Hansen, stjóri í Vágatunlinum.
Ein følari boðaði Alarmsentralinum frá, at okkurt var galið, og Alarmsentralurin ringdi eftir fólki fyri at kanna hetta. Tað vísti seg tó, at einki var galið, og tá ið tað var staðfest, var tunnilin latin uppaftur fyri ferðsluni.