Eftir drúgvan fund í einum arbeiðsskúri í Leynum týsdagin og -kvøldið er nýggjur dagur ásettur fyri, nær Vágatunnilin kann lata upp. Stjórarnir fyri P/F Vágatunnilin, KB El-Teknik og NCC Vágakonsortiet boðaðu í felags tíðindaskrivi eftir fundin frá, at 10.desember verður dagurin, tá tunnilin verður opin fyri ferðslu.
Tað verður tó ikki ein heilt liðugur tunnil, sum letur upp tann 10.desember. Nakað av arbeiðinum verður kortini ikki liðugt, m.a. verða ljósmastrar við tunnilsmunnarnar og rundkoyringina ikki settar upp fyrr enn seinni. Harumframt ber ikki til at fáa fjarstýrdu og sjálvvirkandi bummarnir, sum skulu steingja tunnilin, um óhapp henda inni í tunnlinum, at virka til henda dato. Tí verður fyrstu tíðina neyðugt at hava fólk til arbeiðis uttanfyri tunnilin, sigur Dávid Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunnilin. Hann vísir á, at fyrstu tíðina koma nøkur fólk allíkavæl at vera til arbeiðis uttanfyri tunnilin, fyri at halda eyga við tí annars sjálvvirkandi bummskipanini, sum skal setast upp vágamegin.
Fyrstu tíðina eftir at undirsjóvartunnilin er latin upp fyri ferðslu, verður eisini neyðugt at stongja tunnilin um næturnar. Hetta er neyðugt, ti ymiskt skal monterast upp undir loftið, yvir koyribreytini inni í tunnlinum, og hetta kann ikki gerast, meðan ferðsla er. Talan er um útgerð, so til ber at hoyra útvarp og at nýta fartelefon inni í tunnlinum. Dávid Reinert Hansen sigur, at alt annað arbeiði, sum hevur við ljós og við trygd, t.d. neyðtelefonir, inni í tunnlinum, verður liðugt, og at tað tí ikki verður ótryggari at koyra ígjøgnum tunnilin, hóast alt arbeiði ikki verður liðugt.
Arbeiðið gerst dýrari
Síðan tað gjørdist greitt, at arbeiðið ikki fór at verða liðugt til tann 26.november, hevur tvístøða tikið seg upp millum P/F Vágatunnilin og donsku el-fyritøkuna KB El-Teknik um, hvør skal bera meirkostnaðin av, at arbeiðið er seinkað. Dávid Reinert Hansen sigur, at semjan millum partarnar, sum fekst í lag í arbeiðsskúrinum í Leynum týskvøldið, ber í sær, at P/F Vágatunnilin noyðist at gjalda 1,75 milliónir krónur meira fyri el-arbeiðið enn tilboðið frá donsku fyritøkuni upprunaliga ljóðaði uppá. Upprunaliga tilboðið ljóðaði uppá knappar 13 milliónir krónur.
Dávid Reinert Hansen sigur, at fortreytirnar eru broyttar, síðan leiðslan fyri P/F Vágatunnilinu í summar boðaði frá, at tunnilin fór at vera liðugur 26.november. Hann vísir á, at tá varð mett, at millum 30.000 og 35.000 fermetrar av tekju skuldu leggjast uppundir loftið á tunnlinum, men síðan hevur tað víst seg, at yvir 50.000 fermetrar skulu leggjast upp undir loftið. Orsøkin er, at meira vatn enn væntað hevur likið niður í tunnilin. Broyttu fortreytirnar hava havt við sær, at danska el-fyritøkan er ikki sloppin framat til ásettu tíðina, sigur Dávid Reinert Hansen. Hann leggur afturat, at tilboðið frá donsku el-fyritøkuni varð bindandi fyri báðar partar við teimum fortreytum, ið tá vóru galdandi.
- Tilboðið frá KB El-Teknik varð sjálvandi bindandi, men vit mugu tó ásanna, at fortreytirnar fyri at fáa arbeiðið gjørt eru broyttar síðan tilboðið varð givið. Tí varð neyðugt at samráðast av nýggjum, sigur Dávid Reinert Hansen.
Hann metir ikki, at leiðslan fyri P/F Vágatunnilin kundi havt havt lagt arbeiðið betur til rættis, so sleppast kundi undan verandi støðu, har felagið noyðist at gjalda 1,75 milliónir krónur afturat fyri at fáa el-arbeiðið gjørt.
- Tað er ikki óvanligt, at ávísar meirútreiðslur stinga seg upp, og sum sagt eru fortreytirnar broyttar síðan í summar, sigur Dávid Reinert Hansen. Hann metir tó ikki, at meirkostnaðurin fer at síggjast aftur í bummgjaldinum, sum leiðslan fyri P/F Vágatunnilin framvegis arbeiðir við at fáa ásett.
Samlaði kostnaðurin av Vágatunnlinum er ásettur til 240 milliónir krónur, og harumframt koma so príshækkingar umframt rentuútreiðslur í byggitíðini.
Bíligari tilbúgving
Dávid Reinert Hansen sigur, at P/F Vágatunnilin nú er samdur við kommunurnar við báðar tunnilsmunnar um tilbúgvingina í samband við Vágatunnilin. Leiðslan fyri P/F Vágatunnilin og kommunurnar hava verið ósamdar um, hvør skal bera kostnaðin av dýru bjargingarútgerðini, m.a. brandbilar, sum skal vera tøk báðu megin tunnilin. Dávid Reinert Hansen sigur, at semja er um í fyrstu atløgu at útvega bíligari útgerð enn upprunaliga mett, millum annað ein nógv eldri og bíligari brandbil.