Vágatunnilin: Fylgdi ikki sínum egnu ráðgevarum

Leiðslan í P/F Vágatunlinum skúgvaði tilmælið hjá sínum egna ráðgevara til viks, tá ið hon tók samráðingar upp við J&K Petersen um at gera vegirnar í sambandi við undirsjóvartunnilin

Leiðslan fyri P/F Vágatunnilin fylgdi ikki tilmælinum frá sínum egna ráðgevara, tá ið hon gjørdi av at lata byggifelagið J&K Petersen fáa arbeiðið at gera vegirnar í sambandi við tunnilin undir Vestmannasundi.

Hóast J&K Petersen ikki høvdu tað lægsta tilboðið uppá arbeiðið, hevur leiðslan fyri Vágatunnilin gjørt av at fara undir samráðingar við júst tað byggifelagið um at gera arbeiðið.

Sostatt er Byggitek sett til síðis, hóast tað hevði tað lægsta tilboðið.

Men fyri ráðgevarin hjá P/F Vágatunlinum var ongin ivi um, at tað var Byggitek, sum skuldi fáa arbeiðið.

Eftir lógini um Vágatunnilin skal Landsverkfrøðingurin hava tað umsjónina við vegarbeiðnum so at tað verður so væl út hondum greitt, sum tað krevst.

Men samstundis skuldi Landsverkfrøðingurin bjóða vegarbeiðið út.

Og tá ið tilboðini vóru komin inn, skuldi hann somuleiðis geva leiðsluni í P/F Vágatunlinum eitt tilmæli um, hvør skuldi fáa arbeiðið.

Men tað var kortini leiðslan fyri Vágatunnilin sum tók endaligu avgerðina um, hvør skuldi fáa arbeiðið.

Hetta hevur Landsverkfrøðingurin gjørt.

?Tá ið tilboðini vóru komin inn, var tað ongin ivi um, at tað var lægsta tilboð, sum skudi fáa arbeiðið, og tað mæltu vit eisini, sigur Óli Petersen á Framleiðsludeildini hjá Landsverkfrøðinginum.


Heilt Óvanligt

Óli Petersen sigur, at tá ið eitt arbeiðið verður boðið út í innbodnari lisitatión, er tað heilt óvanligt ikki at taka av tí lægsta tilboðnum.

?Tá ið eitt arbeiði verður boðið í innbodnari lisitatión, verða bara tey feløg boðin at bjóða, sum byggiharrin frammaundan góðkennir og metir er førir fyri at gera arbeiðið til lítar.

?Tí er tað eitt prinsipp, at byggiharrin tekur av tí lægsta tilboðnum.

? Men ger hann ikki tað, eigur hann at hava ógvuliga góðar grundir til lata onkran annan fáa arbeiðið.

Óli Petersen sigur, at nú Leiðslan í P/F Vágatunlinum hevur gjørt av at samráðast við J & K Petersen um at gera arbeiðið, hava teir helst onkrar orsøkir, sum teir kunnu verja avgerðina við.

Men tær orsøkirnar kennir Landsverkfrøðingurin ikki, leggur hann afturat.

Men kannaðu tit ikki tilboðini, sum komu inn, áðrenn tit mæltu til, hvør skuldi fáa arbeiðið?

?Jú, tað gørdu vit, hóast vit kanska ikki fóru heilt í dýpdina, ella í smálutirnar. ? Og hjá okkum var als ongin ivi um, at byggitek skuldi fáa arbeiðið.

? Vit mettu so ikki, at nøkur orsøk var til at víkja frá meginregluni um at lata lægsta tilboð fáa arbeiðið.

? Og var talan um ymiskt í tilboðunum, sum leiðslan í P/F Vágatunlinum vildi tosa meiri um við byggifeløgini, sum høvdu latið tilboð, vildi eg hildið, at samráðingar áttu fyrst at verið við Byggitek, sum hevði lægsta tilboðið

Óli Petersen sigur, at nú leiðslan fyri Vágatunlinum hevur gjørt av ikki at taka av lægsta tilboði, tá ið talan er um innbodna lisitatión, hevur hon samstundis brotið eitt týdningarmikið prinsipp í byggivinnuni.

? Nú er vandi fyri, at vit fara á glið og so er ikki gott at vita, hvar vit enda, sigur hann.

Hann sigur, at Landsverkfrøðingurin hevur mangan boðið arbeiðir út í innbodnari lisitatión og tá verða ?spælireglarnar? hildnar um, at lægsta tilboð fær arbeiðið, tí tey feløg, sum verða boðin at bjóða, eru frammanundan góðtikin.

Hvussu verður so at hava umsjónina við einum arbeiðið, hóast tykkara tilmælið verður skúgvað til viks?

? Eg ivist í, um tað fær nakra ávirkan fyri okkum sum so, tí í síðsta enda er tað P/F Vágatunnilin sum skal gjalda arbeiðið.

? Tað, einasta, vit skulu gera, er at hava umsjónina við, at arbeiðið tekniskt verður væl úr hondum greitt og lýkur krøvini, sigur Óli Petersen.

Hann ivast ikki í, at J&K Petersen er fult førir fyri at útinna arbeiðið á fullgóðan hátt, men tað er ikki tað, sum hetta málið snýr seg um.

? Hetta snýr seg um at víkja frá einum prinsippi, sum byggivinnan hevur hildið nokk so fast um, og tað kann verða óheppið, sigur Óli Petersen.ødd. Hesi lógu øll grivin lið um lið og brendi eitt livandi ljós yvir grøvunum nátt sum dag.

Hesar gravir lógu fyri seg sjálvar, og vóru tær umgyrdar við ketum.

Stutt haðani sást eisini grøvin hjá Robert Kennedy, ið somuleiðis hevði eitt heiðurspláss, men var ikke gjørt líka nógv burtur úr hansaru grøv sum hjá bróðrinum.

Í Arlington kirkjugarðinum liggja bert tveir amerikanskir forsetar. J.F.Kennedy og ein í nevndist Thaft. Grøvina hjá tí síðstnevnda sóu vit ikki, tá ein jarðarferð fór fram í tí løtu, nærindis grøvina hjá honum.

Seinri um dagin bleiv vitjað inni í Vietman Museum, har ein minningarpláta við nøvninum á 58000 hermonnum, ið lótu lív, vóru inngraverað.


Kappingin byrjaði

Leygardagin tann 18. mars fóru fótboltsspælararnir til The American University, har stevnan bleiv sett kl. 0900.

Teir søgdu frá, at tað var sera vakurt at síggja øll liðini koma inn á vøllin í ítróttarbúna í alskyns litum ogveittrandi við fløggum úr teimum ymisku londunum. Røður blivu hildnar undir setanini.

Klokkan var farin av 10.00, tá setanin var av og farast kundi undir at spæla dyst. Tað vóru 32 vaksnamannalið, ið skuldu spæla ímóti hvørjum øðrum. Eisini vóru fleiri kvinnulið og fleiri barnalið.

Vit vóru møttir við tveimum liðum úr Føroyum, eitt A-lið og eitt B-lið.

Tað føroyska A-liðið kallaðist Faroe Islands í kappingini og vóru dystirnir spældir soleiðis:

Føroyar-Týskland4-0

Føroyar-Howard 10-0

Føroyar-Brazil 5-3

Føroyar-Montgomery 3-1


Hjá B-liðnum, ið kallaðist Tórshavn, gekk eisini væl. Dystirnir blivu spældir soleiðis.

Thorshavn-New Jersey 2-0

Thorshavn-Brooklyn2-0

Thorshavn-Toronto 1-0

Thorshavn-DC Dutch 0-1


Sunnudagin tann 19. mars helt fótboltskappingin fram. A-liðið spældi soleiðis:

Føroyar-New Jersey 2-0Føroyar-France 5-2

Før.-San Francisco 3-1


Støðan sá nú soleiðis út hjá A-liðnum:

1: San Francisco19 stig

2: Føroyar18 stig

3: Brazil12 stig

4: New Jersey 11 stig

5: Germany 10 stig

6: Montgomery6 stig

7: France2 stig

8: Howard-Holland1 stig


B-liðið (Thorshavn) spældi sínar dystir soleiðis sunnudagin:

Thorshavn- MPDC 2-1

Thors.-Philadelphia 0-4

Thorshavn-Paraguay 1-2


Støðan hjá B-liðnum var nú henda:

1: Philadelphia 14 stig

2: Brooklyn 13 stig

3: Thorshavn 12 stig

4: Toronto 10 stig

5: Paraguay10 stig

6: DC Dutch10 stig

7: MPDC5 stig

8: New Jersey5 stig


Bæði tey føroysku liðini spældu seg til 1/8 finalina, og komu tey so at spæla ímóti hvørjum øðrum. Her vann A-liðið,og komu teir so víðari til fjórðingsfinaluna .

Tíanverri blivu teir slignir út í kvartfinaluni av Ungarn, ið vann 4-3, men her skal sigast, at á tí liðnum vóru fleiri heilt ungir garpar, ja, onkur av teimum var eisini professionellur spælari, sum ikki vóru politimenn, men sum hesir høvdu fingið við fyri at menna teirra lið.

Tað skal eingin ivi vera um, at um kappingin bert var fyri politimenn, ella um vit høvdu styrkt liðið við onkrum góðum spælara uttanífrá, sum hinir, so høvdu vit tað besta liðið í kappingini, tí okkara menn spældu sera væl. Um ikki hinir høvdu hesar ungu menn við, so vóru vit ikki í iva um, at vit vunnu allar dystirnar.

Um nú tað føroyska liðið kom víðari til finaluna, so høvdu vit ikki klárað at komið til Baltimore, áðrenn flogfarið skuldi fara. Hetta høvdu fyrireikarnir longu tikið hædd fyri. Teir høvdu ringt til Island Air og spurt um teir kundu bíða eftir okkum, og var einki í vegin fyri hesum. Hetta bleiv so ikki aktuelt í hesum føri.

Undir kappingini vóru fleiri av føroyingunum, ið býttu merkir, faldarar og føroysk fløgg út millum børnini og tey vaksnu. Tað var sera stuttligt, at síggja hesu fremmandu børn renna glað runt veittrandi við tí føroyska flagginum.

Sunnudagin vóru vit nakrir, ið fóru í kirkju. Kirkjan lá stutt frá hotellinum, og kallaðist hon Saint Matthews Kirkjan. Hetta var sama kirkjan, sum J.F. Kennedy fór til jarðar frá.

Kirkjugangurin verður ikki hildin á sama hátt, sum her heima hjá okkum. Tað er heilt annarleiðis. T.d. skal ein standa uppi, tá sungið verður. Tá altargongd er, koma fleiri kirkjutænarar og deila breyð út har tú situr o.s.v.

Hetta var sera áhugavert og øðrvísi enn tað, vit eru von við frá okkara kirkjum.


Kennedy Space Muceum

Kennedy Space Museum, ið liggur á the Mall, sum er tann langa grasfløtan frá obeliskinum niðan til Capitol, sum flest minnast frá kravgongunum móti Vietnamkrígnum í sekstiárunum.

Sum alt í Amerika er bygningurin sera stórur, við flogførum í fullari stødd standandi og hangandi í hølunum.

Her var sera áhugavert og kundi man saktans fingið ein dag at gingið har. Tað fyrsta ein sær, tá inn verður komið, er hylkið, sum John Glenn kom niður aftur á jørðina við eftir væleydnaðu ringrásina um jørðina í 1962. Hylkið er bert tríggjar metrar til hæddar, og er tað ótrúligt, at eitt menniskja kundi hava verið inni í tí.

Síðan sást hylkið, sum teir tríggir, sum mannaðu Apollo 11, vóru í. Á báðum hylkjunum sóust skaðar frá viðferðini, sum hylkini fingu, tá tey komu inn í tað brennandi heitu atmosferina.

Á sama stað sást ein mánasteinur, sum fólk høvdu høvið at nerta við. Steinurin var av basalt, sum er sama evnið, sum Føroyar eru bygdar av. Ein vaktarmaður sat alla tíðina og ansaði eftir hesum steini.

Undir loftinum hekk fyrsta flogfar, sum nakrantíð var á flogi. Hetta varð bygt av brøðrunum Wright í 1903.

Við síðuna av hesum hekk ?Spirit of Saint Louis?, sum var flogfarið, sum Charles Lindbergh fleyg frá Long Island til Paris í 1927. Hetta var fyrsta flogfar sum fleyg yvir Atlantshav. Ótrúligt at hann megnaði hetta, tá hugsað verður um, at hann nærum bert kundi hyggja til síðurnar. Eisini sást hæddarmátarin, sum skrivaði á pappír á øllum túrinum. Har sást, at hann onkuntíð bert var10 metrar yvir havinum orsaka av, at brennievni var so tungt, og tí ísur var á veingjunum.

Ferðin yvir hav tók góðar 33 tímar, og gjørdist Lindbergh tjóðarhetja av avrikinum.

Í tí eina rúminum sást eitt mánalandingarakfar, sum ikki var nýtt orsaka av tekniskum trupuleikum.

Bert ein lítil mynd var av Gagarin og av tí europeiska Concorde, meðan alt fekst at vita um amerikansku flogsøguna.

Tað verður ov rúgvusmikið at siga frá øllum sum sást á staðnum. Bert vil eg heita á fólk um at fara inn har, um leiðin verður løgd til Washington. Sum flestu framsýningar annars, so kostar einki at koma inn, men fólk kundu stuðla, um tey høvdu hug til tess við at leggja pening í ein kassa við inngongdina.


Heimaftur

Vit fóru síðan í bussi frá Washington DC til Baltimore, har vit skuldu flúgva kl. 2010 til Føroyar umvegis Ísland.

Vit lendu í Keflavík í grovum kavaroki kl. 06.45 lokala tíð. Bíðaðu í Keflavík eftir einum bussi í umleið 45 min. og gekk so leiðin til Reykjavík, haðani vit skuldu flúgva til Føroyar kl. 1110.

Tað kavaði av grimd í Íslandi og tá klokkan nærkaðist 1100, fingu vit at vita, at flogfarid ikki kundi fara á flog enn, tí at teir ikki vóru byrjaðir at grava á vøllinum enn. Nærri boð skuldi fáast kl. 1330.

Tað sum vit løgdu til merkis var, at flúgvingin til Akureyrar og Egilstaðar gekk sum vanligt, og tá vit høvdu spurt fleiri ferðir, fingu vit at vita, at tað snøgt sagt ikki var nakar flúgvari til okkum, tí Føroyaflúgvarin var sendur til Egilstaðar og máttu vit bíða til hann kom aftur. Hetta tók umleið 1 tíma.

Vit mugu her viðganga, at sjálvt um flogfarið var fullsett og 5 fólk stóðu á bíðilista, so kemur Føroyaflúgvingin í aðru røð, tí flúgvingin innanlands í Íslandi fær fyrsta prioritet.

Tá vit so langt um leingi sluppu út í flogfarið, fingu vit at vita, at meginparturin av viðførinum hjá okkum ikki kundi koma við, tí flogfarið bleiv ov tungt. Viðførið skuldi koma til Danmarkar næsta dag og síðan koma heim til Føroyar við Atlantic Airweys.

Vit lendu tó í øllum góðum í Vágum kl. 16.30 føroyska tíð, og allir fóru hvør til sín.

Soleiðis var ein sera góður, áhugaverdur og minniligur túrur komin at enda.