Vágastríðið stendur við

Í farnu viku sendi nevndin í MB út tíðindaskriv, men stórur partur av hesum verður avvíst sum beinleiðis lygn av FS Vágum

FS Vágar

Tað eru nú tríggjar vikur síðani, at MB í tíðindaskrivi boðaði frá, at tey tóku seg úr samstarvinum, FS Vágar.
Umframt at siga samstarvið upp, so var tað tó ikki stórvegis upplýsingar, sum nevndin í MB vildi geva frá sær, men í farnu viku varð so eitt tíðindaskriv sent fjølmiðlunum.
Í hesum førdi MB millum annað fram, at tey ikki kundu góðtaka, at FS Vágar ætlaði sær at yvirtaka allar ungdómsdeildirnar, og hartil varð sagt, at enn hevur MB ikki fingið eina krónu av UEFA-pengunum, sum verða latnir feløgunum til ungdómsarbeiðið.
Eisini sigur MB, at nevndin als einki skeivt hevur gjørt í hesum málinum, vísandi til ivan, sum hevur tikið seg upp, hvørt nevndin yvir høvur hevði heimild til at taka hetta stigið.

Svørt lygn
Í FS Vágum vilja tey ikki soleiðis uttan víðari hava sitandi á sær, at MB leggur tey undir at vera orsøkin til slitið. Og hartil sigur nevndin, at nógv av tí, sum MB førir fram, er beinleiðis lygn.
Millum annað førir MB fram í sínum skrivi, at tey eiga tveir limir í nevndini fyri FS Vágar, men sambært viðtøkunum fyri felagsliðið, so er hetta tó ikki heilt rætt.
Í viðtøkunum fyri FS Vágar stendur, at ein 6-mannanevnd verður vald at standa fyri dagliga rakstrinum, og at MB og SÍF eiga hvør sín lim av hesum seks.
Hartil sigur MB, at limirnir í FSV-nevndini hava sýtt fyri at lata MB innlit í gerabøkur og roknskapir, men sambært FS Vágum er einki um hesar atfinningar. Heldur ikki siga tey nakað vera um tosið, at FSV ætlar at leggja allan fótbóltin í oynni undir seg.
- Tað, sum vit hava ynskt, er at yngru leikararnir hjá SÍF og MB hava møguleika at spæla á einum liði, sum kann spæla um heilan vøll. Tilfeingið í feløgunum loyvir ikki meira, enn at taka lut í kappingunum um hálvan vøll, og tað sigur seg sjálvt, at hetta er ein bági fyri menningina av leikarunum.

MB eigur ikki pengarnar
Um UEFA pengarnar sigur MB ? sum tað er nevnt omanfyri ? at enn hava tey ikki sæð eina krónu av hesum.
Til hetta siga tey í FS, at tað sum so er rætt, men siðani verður lagt aftur, at MB als ikki eigur hesar pengar.
Reglurnar fyri býtið av pengunum staðfesta, at tað eru tey feløg, sum taka lut í vaksnamannadeildunum, og sum ikki vinna seg fram til europeisku kappingarnar, sum eiga hendan pening. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er FS Vágar, sum er móttakari av upphæddini.
Og um nýtsluna av pengunum siga tey í FS, at hesir eru nýttir beinleiðis til ungdómsarbeiðið.
- Vit hava venjarar til tey ungdómslið, sum eru í felagsliðnum, og hesir kosta sjálvandi. Hartil kostar tað eisini at fáa leikarar aftur og fram til venjingar og dystir, og í triðja lagi, so skal roknskapurin fyri hesar útreiðslur góðkennast, áðrenn FSF letur pengarnar, eru greiðu boðini úr FS Vágum hesum viðvíkjandi.
- Og eru tað pengar, sum standa í vegin fyri samstarvinum, so átti MB fyrst at greitt síni viðurskifti við hini feløgini í oynni, er eftirfylgjandi staðfestingin.

Slíta fyrst og atkvøða aftaná
Umframt ósemjuna um pengar, so tykist nevndin vera hørm um framferðina hjá MB í málinum yvirhøvur.
Millum annað finnast tey harðliga at, at MB í seinna tíðindaskrivinum sigur Atla Gregersen, formann í fótbóltsdeildini hjá SÍF, arbeiða fyri, at avtaka MB og SÍF sum fótbóltsfeløg. Sambært felagsliðnum, so er júst Atli ein av stóru drívmegunum aftan fyri fótbóltin í oynni, og tí harmast tey um, at hann soeliðis skal leggjast undir at forkoma fótbóltinum.
Og at enda, so finst FS Vágar eisini framvegis at, at nevndin í MB soleiðis hevur handlað sjálv, uttan at spyrja hvørki leikarar ella felagslimir fyrst.
Viðtøkurnar hjá MB staðfesta greitt, at skal samstarvið uppsigast, so skulu 2/3 av einum viðtøkuførum aðalfundi taka undir við hesum, og nevndin sigur so eisini, at hesin aðalfundur skal haldast í heyst.
Men sambært nevndini hjá felagsliðnum, so er hetta langt úti.
- Tað svarar til, at landsstýrið fyrst tekur loysing, og eftirfylgjandi fer at halda fólkaatkvøðu, hvørt vit yvirhøvur skulu loysa. Og fleiri av okkum tóku eisini lut á seinasta aðalfundi hjá MB, og har varð so í øllum førum ikki staðfest, at nevndin skuldi taka hetta stigið, soleiðis sum tey annars siga seg hava fingið heimild til, er seinasta staðfestingin úr FS Vágum, har tað sostatt framvegis tykist vera stríð um hvør, hvat og hvussu í sambandi við slitið.