Nú er tíðin komin, at Tinganest spælir á stóra palli á Summar Festivalinum.
Tað eru liðin 30 ár, síðani fyrsta útgávan hjá vágabólkinum Tinganest kom út. Upp Á Tá var helst kendasti sangur av útgávuni, og Tinganest hevur eisini givið okkum sangir sum Vágagellan, Annan Sang, Síðsta Dans og nógvar aðrar.
Tinganest hevur givið tríggjar útgávur út umframt eina savnsfløgu í 2004. Tónleikararnir í bólkinum hava eisini verið virknir í øðrum bólkum og sum solistar, og tá ið teir spæla sama í Tinganest plaga teir eisini at tríva í sangir sum 1001 Nátt og Kom Heim.
Tinganest hevur áður spælt á Summar Festivalinum, og tað hevur riggað sera væl. Men nú fara vágamenninir fyri fyrstu upp á stóra pall á Vágsbøi at spæla allar sínar kendu sangir og tá verður fyri vist møguleiki at syngja við.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 8. til 11. august.