Fólkatalið í Føroyum minkar alsamt, men tað eru kortini tey øki har tað veksur.
Tvey teirra eru Vágar og Norðoyggjar, har fólkatalið heldur tørn ella veksur eitt lítið vet.
Tað er serliga í Eysturoynni at fólkatalið minkar her er fólkatalið 106 færri, sum er meiri enn helmingurin av minkingini fyri alt landið.
Lutfalsliga størsta minkingin er í Sandoyarøkingum. Her minkaði fólkatalið við 34, sum svarar til eina afturgongd uppá 2,5 prosent.
Sjáldsamt er eisini, at fólkatalið í Tórshavnarøkinum tað er: Tórshavn, Hoyvík og Argir eisini minkar við 12 fólkum seinasta árið, og er nú á 17.976 fólkum, vísa nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni.
Seinasta árið vórðu 573 børn fødd, meðan 363 fólk doyðu. Burðaravlopið var sostatt 210.
Samstundis fluttu 1.701 fólk av landinum, meðan 1.294 fluttu til Føroya, ið gevur eina nettoflyting av landinum á 407 fólk.
MYND: Klaksvík veksur í fólkatali (Myndatøka: Dávur Winther)