Fyrsta triðingin av kappingini vann 07 Vestur 13 stig og var á sjeynda plássi.
Í kvøld var 07 Vestur fyri 17. ferð í ár í landskappingardysti. Tað var á heimavølli ímóti HB, sum riggar til at fara aftur í høvuðsstaðin við 3-1 tapi.
Tað letur til, at Heðin Askham hevur fingið liðið hjá vágamonnum at avrika so mikið væl, at tað á Dungasandi í kvøld vann fjórða sigurin á rað. Sigurin ímóti HB ber við sær, at 07 Vestur nú hevur 26 stig og er á fimta plássi – bara eitt stig aftanfyri HB og tvey stig aftanfyri B68, sum er nummar trý.
Eitt korter var farið, tá ið Teitur Olsen legði heimaliðið framum 1-0. Uppleggið átti Karl Weihe.
Fýra minuttir seinni javnaði HB til 1-1. Málskjútti var Rói av Fløtum, og Áki D. Samuelsen átti uppleggið.
Tað stóð á jøvnum, inntil tað restaðu 20 minuttir. Tá legði Martin Tausen 07 Vestur á odda 2-1. Talan var um deyðbóltsstøðu, sum Tór-Ingar Akselsen tók sær av.
Predrag Jeremic staðfesti 3-1 sigurin, tá ið tað restaðu seks minuttir. Aftur var talan um deyðbólt, og aftur var tað Tór-Ingar Akselsen, sum átti uppleggið.
Hagtølini siga, at 07 Vestur hevði níggju royndir á HB málið, og at HB hevði tríggjar royndir á 07 Vestur málið. Bæði liðini vunnu fimm hornaspørk, og HB hevði fimm royndir framvið málinum, meðan 07 Vestur hevði eina roynd framvið HB málinum.
Tróndur Jensen var á HB liðnum í 70 minuttir, og Hørður H. Askham var á HB liðnum í fyrra hálvleiki.
Týskvøldið fær HB vitjan av AB, og 07 Vestur fær vitjan av B36.