07 Vestur hevur í dag tryggjað sær pláss í bestu deildini næsta ár. Vágamenn vitjaðu á Svangaskarði, og teir fóru vestur aftur við 4-1 sigri. Veteranarnir Tór-Ingar Akselsen og Jovan Panic skoraðu tvey mál í part. Merkisvert var tað, at øll fýra málini hjá 07 Vestur í 2. hálvleiki vórðu skorað við langskotum.
Trivaligi 07 Vestur sigurin ber við sær, at tað undan tveimum teimum síðstu umførunum er greitt, at einki av hinum liðunum kann røkka 07 Vestur, sum harvið hevur vunnið gull og uppflyting.
Steðgurin hjá 07 Vestur í næstbestu deildini var í hesum umfarinum bara eitt ár.
Tað er framvegis spenningur um, um tað verður AB ella Skála, sum skal flyta upp saman við 07 Vestur.
AB er á næstfremsta plássinum, og AB hevur í dag vunnið 2-0 í Runavík. Bæði málini vórðu skorað í 2. hálvleiki.
Heldur ikki hjá Skála var tað slingur í valsinum. B71 vitjaði á Skála, og sandoyingar fóru suður aftur við 5-2 tapi.
Víkingur og KÍ stríðast um fimta plássið. Í dag vitjaði KÍ í Leirvík, har heimaliðið vann 3-0, og harvið er Víkingur á fimta plássi.
HB hevur við einstakum undantaki leingi verið sera sannførandi, og tað hevur borið liðið fram á fjórða plássið.
Í kvøld vitjaði HB við Margáir, og har eydnaðist tað EB/Streymi at vinna eitt stig. Úrslitið var 2-2.
Tað resta tvey umfør, og tað er greitt, at NSÍ og B68 flyta niður.
25. umfar
leygardagin 8. september
B68-07 Vestur 1-4 (1-1)
0-1: Jovan Panic
1-1: Emil Ronaldsson
1-2: Tór-Ingar Akselsen
1-3: Jovan Panic
1-4: Tór-Ingar Akselsen
NSÍ-AB 0-2 (0-0)
0-1: Leivur H. Joensen 53.
0-2: Hørður M. Mohr 71.
Skála-B71 5-2 (3-0)
1-0: Ólavur Mikkelsen 17.
2-0: Brian Jacobsen 22.
3-0: Karstin Justesen 35.
4-0: Brian Jacobsen 67.
4-1: Stefan Poulsson 74.
5-1: Karstin Justesen 77.
5-2: Marcus Klementsen 89.
EB/Streymur-HB 2-2 (1-2)
0-1: Kristin R. Mouritsen 3.
1-1: Jónstein Magnussen 5.
1-2: Tróndur Jensen 40.
2-2: Allan J. Hansen 55.
Víkingur-KÍ 3-0 (1-0)
1-0: Sverri Jacobsen 19.
2-0: Heðin Hansen 53.
3-0: Sverri Jacobsen 86.
Reytt kort: Gunnar Christiansen, KÍ, 68. (2 gul)
Støðan eftir 25 umfør
07 Vestur 62
AB 55
Skála 54
HB 41
Víkingur 33
KÍ 32
B71 27
EB/Streymur 27
NSÍ 14
B68 14
26. umfar
leygardagin 15. september
07 Vestur-B71
AB-EB/Streymur
KÍ-Skála
HB-NSÍ
Víkingur-B68
27. umfar
leygardagin 22. september
Skála-07 Vestur
B71-AB
B68-HB
EB/Streymur-Víkingur
NSÍ-KÍ