Flogvøllurin
Ólavur í Beiti
Sum nevnt í blaðnum í gjár, so hevur verið dúgligt skeiðvirksemi í Vágum hesa vikuna, og hósdagin og fríggjadagin skuldi so roynast um alt nú riggaði í veruleikanum ella so nær veruleikanum sum gjørligt. Hóskvøldið klokkan 19.32 hendi ein flogvannlukka á Flogvøllinum og tá fór alt maskinaríið í gongd. Fyrst fóru løgreglufólkini á staðið, so sløkkiliðsmenn og til seinasta Sjúkraliðið og hjálparfólk, eini 60 fólk tilsamans. Flogfarið var ein bussur, har nøkur ungfólk úr Sørvági vóru løstað ferðafólk. Men tað hoyrdist ikki nógv til, at talan hevði verið um eina álvarsama flogvanlukku.
Í stuttari viðmerking nú eftir hesi skeið og fleiri royndir, sigur Regin Jespersen, sum situr í arbeiðsbólkinum »Katalysator bólkur 1«, ið hevur við vanlukkur á landi, við strond og flogvanlukkur at gera, at royndin hesaferð var serdeilis væleydnað. Hetta er fjórða ferð vit hava hesar venjingar, og tær eydnast bara betur og betur hvørja ferð, sigur Regin Jespersen.
Og viðvíkjandi venjingunum og skeiðum, so undirstrikar Regin Jespersen, at hetta verður skipað eftir »Vágamodellinum«, og hesin leistur ella hetta modellið riggar bara betur og betur.
? Nú hava vit enn einaferð prógvað, at »Vágamodellið« riggar í eini vanlukku av slíkum slagi eisini,og at samspælið millum teir ymisku bólkarnar er gott, sigur Regin Jespersen.
Maður fallin
Fríggjadagin var aftur boð eftir Sjúkraliðnum, Vága Bjargingarfelag og sjúkrabili,tí tá var ein maður omandottin úti í brattlendinum í Bø. Eisini henda royndin var væleydnað sambært Regini Jespersen.
Við í hesi royndini, sum vit í gjár góvu navnið »COOL«, vóru Sløkkiliðið á Flogvøllinum, Sløkkiliðið í Sørvági, Sløkkiliðið í Miðvági og Sandavági, Vága Bjargingarfelag, Ambulansutænastan hjá Vága Bjargingarfelag og so fyrsta Sjúkraliðið í landinum, sum hevur staðið sína roynd aftur í hesi venjingini.