Vágamenn ætla at selja stórt og at keypa smátt

Ætlanin er nú at selja línuskipið, West Freeezer, og at keypa minni skip ístaðin

Endurnýgging

Línuskipið West Freezer í Miðvági skal nú seljast.
Tað er fyri at binda um heilan fingur, at West Freezer nú er til sølu.
West Freezer er eitt av Føroya mest umrøddu skipum, tá ið hann kom til Føroya í 1999.
Tað var, tá ið West Freezer kom, at kjakið um at flyta fiskiloyvi ímillum útróðrarflotan og línuflotan, kyknaði av álvara.
Men nú skipið hevur verið í føroyska flotanum í fýra ár, er ætlanin longu at selja hann aftur.
West Freezer er bygdur í Kanada í 1989 og kom til Noregs í 1995 og so aftur til Føroya í 1999.
Og tað er júst til Kanada, at ætlanin nú er at selja hann aftur.
Vit hava fingið upplýst, at eitt tilboð er komið úr kanada upp á West Freezer.
Og fyri nøkrum døgum síðani fekk Fiskimálaráðið eina umsókn frá felagnum, sum eigur West Freezer, um loyvi til at skifta skipið út.
Grundgevingin er, at West Freezer er ov dýrur í rakstri og nú teir ætla at selja skipið, er ætlanin at útvega eitt minni skip ístaðin.
Tá ið fiskiorkan skal roknast út, verður tað gjørd við at rokna longd x breidd x dýbd og úr fiskimálaráðnum verður upplýst, at skipið, sum ætlanin er at fáa inn ístaðin fyri West Freezer, er týðiliga minni.
Men tær nágreiniligu støddirnar høvdu teir ikki, tí tey, sum høvdu við tað at gera, vóru burturstødd.

Ov dýrur í rakstri
Hóast tað hevur gingið rættiliga væl frá honum, skilst at eigararnir ætla at binda um heilan fingur, nú útlit eru fyri, at fiskaprísirnir fara at lækka, tí West Freezer er ov dýrur í rakstri.
Tí ætla teir at utvega eitt minni skip ístaðin.
West Freezer fiskaði fyri 19 milliónir í fjør og beint nú hevur hann avreitt á Toftum fyri 900.000 krónur.
Reiðarin, Tummas Jacob á Løgmansbø, hevur ongar viðmerkingar.
Men í øllum førum skal hann ikki vænta at fáa innflutningsloyvi til nakað skip, fyrrenn nýtt landsstýrið er skipað.
Landsstýrið, sum nú situr, er bara ein starvsstjórn og hevur ikki heimild at taka nakrar sum helst avgerðir uttan tað, sum er neyðugt fyri at landskassin kann halda sínar skyldur og tær, sum eru neyðugar fyri at samfelagið kann haldast ígongd.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sostatt boðað reiðaranum frá, at umsóknin verður ikki tikin til viðgerðar, fyrrenn nýtt landsstýrið er skipað.