Vágamenn spenna seg út

Tveir ungir hvalbingar hava gjørt avtalu um at spæla við FSV04 næsta ár, og felagið roknar við, at avtala eisini fer at verða gjørd við aðrar ungar spælarar

FSV04

Í Sandavági arbeiða teir av lívsins kreftum við at fyrireika seg til næsta kappingarár. Sambært heimasíðuni hjá felagnum, so verður málið at vinna næstbestu deildina og harvið at flyta upp í fremstu røð. Í ár endaði FSVágar04 á bronsuplássinum.
Undan vikuskiftinum kom fram, at felagið hevur gjørt avtalu við teir flestu, sum í fjør vóru á liðnum, og at onkrir nýggir spælarar eru komnir afturat. Felagið metir tað vera av alstórum týdningi, at teir, sum higartil hava borið besta fótbóltsliðið, eisini næsta ár vera botnur á liðnum.
Í síðstu viku gjørdi FSV04 avtalu við Poul Poulsen og Hilmar Sveinbjørnsson. Talan er um tveir ungar hvalbingar, sum higartil hava spælt við Royn. Nú skulu teir ferðast úr Havnini og vestur á Valloyruna at venja og spæla við FSV04.
Í FSVágar04 verður sagt, at teir framvegis arbeiða við at styrkja uppaftur meiri um liðið.
Bill Jacobsen verður eisini næsta ár venjari í Sandavági, og fyri stuttum gjørdu teir avtalu við Rúna Elttør, sum áður hevur spælt í KÍ, B36 og ÍF.
HB unglingaspælarin Ólavur í Ólavstovu spældi eftir summarfrítíðina í ár við FSV04. Hann hevur boðað frá, at tað er ivasamt, um hann fer at halda fram í Sandavági, men nevndin í FSV04 sigur, at tað harvið ikki er sagt, at hann ikki fer at spæla, og at teir í felagnum vóna, at tað fer at bera honum til at halda fram.