Vágamenn spæla í Restorff?s

Restorff?s Bryggjarí og FS Vágar hava gjørt eina sindur øðrvísi sponsoravtalu, har fólkið í oynni beinleiðis kann vera við til at økja um stuðulsupphæddina

Sponsoravtala

Restorff?s Bryggjarí og FS Vágar hava fyri komandi ár avtalu um, at bryggjaríið í Havnini verður høvuðsstuðul, nú vágamenn aftur fara at royna seg í bestu fótbóltsdeildini.
Í mun til vanligar sponsoravtalur, er talan tó um eina heldur serliga avtalu hesaferð.

Hjálp til sjálvhjálp
Johan Mortensen, sum hevur marknaðarføringina á Restorff?s Bryggjarí um hendi, váttar fyri Sosialinum, at sponsoravtala er gjørd. Hann leggur afturat, at avtalan er gjørd soleiðis, tað í veruleikanum ikki er nakað mark fyri, hvat FS Vágar kunnu fáa burturúr eini slíkari avtalu.
- Avtalan er gjørd soleiðis, at tað í veruleikanum er upp til vágafólk, hvussu nógvar stuðulskrónur fótbóltsfelag teirra fær í kassan. Eins og aðrar fyritøkur hava vit í ávísan mun verið við til at stuðla ítróttinum í oynni við eitt nú lýsingarskeltum kring vøllirnar, men tað man tó vera ivasamt, í hvønn mun hetta hevur nakra ávirkan á hugin hjá fólki at keypa okkara vøru.
- Nú gera vit so eina avtalu, har ítróttarfelagið í nógv størri mun verður ein aktivur viðleikari. Avtalan er nevnliga sett soleiðis saman, at fyri hvørja fløsku við okkara vørum, sum verður seld í Vágoynni, fær FS Vágar eina ávísa upphædd. Bæði tá talan er um sølu úr vanligum handlum, goymsluni hjá Restorff?s og Einkarsølu landsins.
Johan sigur víðari, at á hendan hátt er talan um eitt slag av hjálp til sjálvhjálp hjá feløgunum. Hann vísur á, at frammanundan hevur Restorff?s Bryggjarí eina líknandi avtalu við VB, og at hendan avtalan hevur givið teimum sera positivar royndir.
- Við at fáa ítróttarfeløgini við sum ein aktivan viðspælara, hava tey ein beinleiðis leiklut í marknaðarføring okkara, samstundis sum tey hjálpa sær sjálvum at vinna fleiri stuðulskrónur, so fyri okkum at síggja, eru bara vinnarar í eini slíkari kontstruktión, sigur Johan Mortensen at enda.