Vágamenn framvegis sørir

1. deild: Teir næstbestu hjá HB fóru við øllum stigunum úr Sørvági, har teir vunnu 3-1. Undan 8. umfari hevði 07 Vestur einki stig, og í dag fóru teir næstbestu vágamenninir fyri áttandu ferð í ár av vøllinum uttan úrtøku.

HB, sum eisini er millum tey niðastu á støðutalvuni, vitjaði í góðveðrinum á Dungasandi, og havnarmenninir fóru til hús við øllum.

Úrslitið var 3-1 til HB, eftir at tað í hálvleikinum stóð á jøvnum 1-1.

Tveir minuttir undan steðginum legði Bjarni Dalsgaard heimaliðið á odda, men í síðstu løtu undan steðginum javnaði HB. Málskjútti var liðformaðurin Jóan Magnus Dalbø.

2. hálvleikur var stórar tíggju minuttir gamal, tá ið Svenn Fuglø Jacobsen skoraði fyri HB, og seks minuttir undan leikloki staðfesti sami spælari 3-1 sigurin, sum ber við sær, at HB nú hevur níggju stig.