Vágamenn fingu alt í síðstu løtu

Fótbóltur: Birgir Joensen skoraði tvær ferðir í evstu løtu

2. deild menn:

FSV-Royn 4-3 (1-0)


Tá lítil tíð var eftir at spæla í dystinum millum oddaliðið FS Vágar og Royn vóru hvalbingar frammanfyri 3-2, men við tveimum málum hjá Birgiri Joensen eydnaðist tað vágamonnum í síðstu løtu at fara fram um hvalbingarnar.

Vágaliðið, sum seinasta vikuskiftið tapti móti HB í Havn, hevði aftur hesaferð stórt stríð við at fáa sigur til høldar, men sammett við seinasta vikuskiftið, spældi væl av hesaferð.

Bert eitt mál kom í fyrra hálvleiki av málríka dystinum, og tað var Sonni Johansen, sum gjørdi tað, tá hann smekkaði til úr nakað spískum vinkli.

Hetta var hálvleiksstøðan, men eftir at Gisli Sveinbjørnsson hevði javnað fyri Royn, kom ferð á dystin. Kim Poulsen legði FS Vágar fram um aftur, tá hann tveitti seg í eitt innlegg, og stýrdi bóltinum í málið. Men ungi Allan Michelsen ( sum í fjør var raktur av álvarsomum skaða) javnaði fyri Royn, tá vágamenn vóru sløstur í verjuni. Allan slapp leysur og skoraði.

Gisli Sveinbjørnsson legði við sínum næsta málið Royn fram um 3-2, tá hann fór sjálvur í brotsteiginum hjá FS Vágum. Hann snýtti tríggjar heldur passivar vágamenn, áðrenn hann skoraði úr stuttari fjarðstøðu.

Tá var líkt til, at Royn skuldi fara við øllum. Teir fylgdu væl við oddaliðnum, og í spælandi venjaranum, Zoran Mancic, eiga teir ein undangongumannn bæði frameftir og aftureftir á vøllinum. Í málinum hjá hvalbingum stóð Lars Müller ein góðan dyst. Hann hevur annars vant við vágamonnum í ein mánað nú, tí hann er løgreglumaður í Vágoynni í løtuni.

Lars Müller kundi tó ikki forða toppskjúttanum Birgiri Joensen at skora, tá knappir fimm minuttir vóru eftir at spæla. Birgir tamdi bóltin við bringuni, vendi sær á og so sendi hann í málið.

Og frøðin var ófør á heimaliðnum, tá tað í yvirtíðini eydnaðist Birgiri Joensen at gera eitt mál afturat. Hann dróg inn í brotsteigin hjá Royn, var nakað trýstur av einum verjumanni, men tá málverjin kom út í móti, sendi hann fram við honum og í kassan til 4-3 til FS Vágar.

Vágamenn høvdu í fyrra hálvleik spæl og møguleikar til okkurt málið afturat, men tá gestirnir rættiliga fótaðu sær í seinna hálvleiki, var um reppið at oddaliðið annað vikuskiftið á rað stóð eftir við ongum.

Men hesaferð vildi toppskjúttin tað øðrvísi..