07 Vestur er nýtt oddalið í næstbestu fótbóltsdeildini. Tað er greitt, eftir at vágaliðið í kvøld hevur vunnið 2-0 á KÍ í Klaksvík. Miðskeiðis í 1. hálvleiki løgdu teir seg á odda eftir hornaspark frá Jens Eriki Rasmussen, sum umvegis eitt KÍ høvd endaði í málinum, og miðskeiðis í 2. hálvleiki staðfesti Jovan Panic sigurin.
At heimamenninir vóru rættuliga frustreraðir kundu kortini bent á. Í 2. hálvleiki vórðu tríggir heimamenn riknir av vølli, og tað ber við sær, at fyritreytirnar undan næsta vikuskifti, tá ið KÍ skal til Leirvíkar, ikki eru góðar. Bárður Heinesen, Høgni Madsen og Henry Heinesen vórðu vístir av vølli ? Bárður eftir at hava sæð gult tvær ferðir og hinir báðir eftir beinleiðis reyð kort.
Við 4-1 sigri á heimavølli ímóti Víkingi lyfti TB seg upp á uppflytingarpláss. Víkingur legði seg annars á odda, men TB svaraði beinanvegin aftur, og so hefti tað ikki fyri.
HB vann rudduligan sigur á heimavølli ímóti B68, ið hevur meiri enn annað beinið í 2. deild. Hjá FC Hoyvík stendur tað verri til, enn tað gjørdi undan hesum umfarinum. AB vann tepran heimasigur ímóti NSÍ , og FC Hoyvík tapti í Streymnesi. Merkisvert var tað, at fyrrverandi AB venjarin og núverandi B36 venjarin, Allan Mørkøre, skoraði einsamalla málið í AB sigrinum.
KÍ-07 Vestur 0-2 (0-1)
0-1: sjálvmál
0-2: Jovan Panic 78.
Reytt kort: Bárður Heinesen, KÍ, 70., Høgni Madsen, KÍ, 86., Henry Heinesen, KÍ, 92.
HB-B68 4-1 (2-0)
1-0: Páll Holm Jacobsen 12.
2-0: Rani Debes Christiansen br 35.
3-0: Tróndur Jensen 47.
4-0: Símun Eliasen 79.
4-1: Trúgvi R. Kjeld 90.
Reytt kort: Rani Debes Christiansen, HB, 66. (2 gul)
EB/Streymur-FC Hoyvík 2-1 /1-0)
1-0: Bjarni Jørgensen 33.
2-0: Jens Michael Jensen 75.
2-1: Ken Nónklett 88.
AB-NSÍ 1-0 (0-0)
1-0: Allan Mørkøre 78.
TB-Víkingur 4-1 (2-1)
0-1: Heðin Hansen 9.
1-1: Bárður Dimon 14.
2-1: Joseph Bassene 18.
3-1: Jón Magnusarson 70.
4-1: Aron Sørensen 80.
Støðan
07 Vestur 39
TB 38
KÍ 37
HB 33
EB/Streymur 32
Víkingur 25
AB 23
NSÍ 22
FC Hoyvík 17
B68 2
TB og HB hava spælt 20 dystir, og hini liðini hava spælt 19 dystir.
5. september
NSÍ-HB
FC Hoyvík-AB
B68-TB
07 Vestur-EB/Streymur
Víkingur-KÍ