Vágamenn dugdu at gera mál

Hóast KÍ í løtum sýndi stórspæl, so kláraðu teir ikki at gera sær dælt av leikligu yvirvágini. Vágamenn vóru stinnari at fáa mál burtur úr sínum opnu møguleikum, og at enda gjørdu teir eisini eitt mál fyri klaksvíkingar

Tað var fyri tað mesta gott fótbóltsspæl á skránni, tá ið FS Vágar og KÍ spældu í nógva vindinum í Miðvági sunnudagin.
Hóast umstøðurnar ikki vóru av teimum bestu, vóru klaksvíkingar rættiliga í hopla fyrsta hálva tíman av dystinum. Spælið gekk væl kring allan vøllin, teir vunnu nærdystirnar ímóti teimum sperdu vágamonnunum, og teir broderaðu seg ferð eftir ferð í gjøgnum vágaverjuna.
Men eitt manglaði. Og tað er tað, sum hevur mesta at siga í einum fótbóltsdysti. Málini.
Hóast KÍ hevði eina ørgrynnu av royndum og fleiri opnar kjansir, so fingu teir ikki bóltin í vágakassan, hvussu teir so enn royndu.
Fyrsta hálva tíman var tað líka við, at bólturin fleyg um oyruni á málverja og verjuspælarum, men inn fór bólturin ikki. Fleiri ferðir vóru hornaspørkini og innleggini nask, men avgerandi fóturin var ikki til staðar hendan dagin, hóast KÍ hevur toppskjúttin í landskappingini á sínum liði.

FS Vágar vaknaði
Seinasta korterið av fyrra hálvleiki vildu vágamenn sleppa upp í part, og hóast teirra spæla langt frá var so flótandi sum hjá gestunum, so vóru teir vandamiklir. Teir fangaðu fleiri ferðir KÍ-verjuna langt frammi á vølllinum, og Birgir Joensen, sum dugdi væl at temja og venda sær, skapti vandastøður.
Clayton Soares og Birgir Joensen høvdu góðar møguleikar at leggja FS Vágar á odda, men Karstin Joensen í KÍ-málinum stóð sera væl.
Hann var tó prísgivin í eina førinum. Birgir Joensen longdi bólt við høvdinum til Jens Erik, sum dróg nakað fram í vinstru síðu, hann legði flatt innfyri til Clayton Soares, sum stýrdi bóltin í málið við fremru stong.
Aftaná stóra KÍ-trýstið fyrsta partin av dystinum, vóru tað nú vágamenn, sum vóru á odda, og sum høvdu havt kjansir til fleiri mál.

Vandi á ferð
Í seinna hálvleiki var KÍ aftur leikliga omaná, og kjansirnir vóru eisini fleiri í tali. Hjalgrím Elttør var spældur blankur, men vágamaður fekk sparkað burtur, tá hann sendi fram við málmanninum.
Fleiri aðrar vandastøður vóru frammanfyri málið hjá FS Vágum, men enn einaferð manglaðu gestirnir at fáa avgerandi skotið á bóltin.
Seinastu 10 minuttirnar tveittu klaksvíkingar alt fram fyri at javna, men tað skapti eisini møguleikar til vágamenn.
Og tað var FS Vágar, sum enn einaferð skoraði. Birgir Joensen varð spældur leysur í vinstru, hann dróg móti málinum og sendi fram við KÍ-málverjanum til 2-0. Tá vóru bara einir fimm minuttir eftir at spæla.
Løtu seinni var aftur galið í KÍ-verjuni, eftir at liðið misti bóltin á veg fram á vøllin. Málverji og verja fingu ikki bóltin burtur, og so endaði drúgva støðan í brotsteiginum við, at Clayton Soares sendi í máli úr stuttari fjarstøðu.

Skoraðu fyri KÍ
Nú var 3-0 til FS Vágar, og tað gav skeiva mynd av dystinum, har gestirnir eisini høvdu stórar kjansir, og allatíðina høvdu leikliga yvirvág.
Í yvirtíðini hjá dómaranum fekk KÍ eitt mál, men tað máttu vágamenn gera fyri teir. Ein høgur bóltur var sendur innfyri, og tað endaði við, at Ári Thomassen sendi í egið mál við høvdinum.
Lítla løtu seinni hevði Aleksander Djordjevic, sum var sendur fram seinastu løtuna, gyltan møguleika at minka meira um munin, men úr fimm metrum stútaði hann á málverjan.
Tað endaði tí við, at vágamenn fingu sín fyrsta heimasigur í ár, og teir vóru teir sera fegnir um. Teir eru framvegis næstniðast, men hava møguleikan at fáa VB aftur í seinastu tveimum umførunum.
Klaksvíkingar kundu havt spælt seg í eina góða støðu undan dystinum ímóti NSÍ sunnudagin, men við heilkiksaranum í Vágum hava teir helst spilt sín seinasta møguleika fyri at fáa nakað líkinda úrslit burturúr hesum kappingarárinum.

FSV-KÍ 3-1 (1-0)
1-0: Clayton Soares
2-0: Birgir Joensen
3-0: Clayton Soares
3-1: sjálvmál

FS Vágar:Jákup Joensen ? Jógvan Hendrik Samuelsen, Jack Johansen, Albert Ari Thomassen , Silva ? Sjúrður Ellefsen, Rói Árting, Ruslan Screlea, Jens Erik Rasmussen ? Birgir Joensen, Clayton Soares
KÍ: Karstin Joensen ? Leon Bjartalíð, Jan Andreassen, Aleksandar Djordjevic, Harley Bertholdsen ? Arnold Joensen, Allan Joensen, Atli Danielsen, Eyðun Klakstein (Fríðin Ziskason, 62.) ? Hjalgrím Elttør, Jacob Bymar
Dómari: Eiler Rasmussen