LØGMANSSTEYPIÐ
Eftir hálvkiksaran á Sevmýri næstsíðsta leygardag kom B68 aftur á beint leygardagin. FS Vágar var á Svangaskarði, og vágamenn noyddust aftur hesa ferð ígjøgnum undirsjóvartunnulin við ongum stigi, eftir at teir enn eina ferð høvdu skorað tvey mál.
Líkindini darvaðu fótbóltsspælinum. Viðhvørt stóðu grovir útnyrðingskavaælingar inn á Svangaskarð, og inn ímillum var fínasta veður.
Poleraðum fótbóltsspæli var millum lítið og einki at síggja av. Liðini stríddust um hvønn bólt, og tað var eingin ivi um, at heimaliðið var omaná. FS Vágar skal hava rós fyri, at teir hesa ferð ? mótsatt tá ið teir næstsíðsta leygardag vóru í Runavík ? ikki fóru niður við nakkanum í 2. hálvleiki. Teir minkaðu um munin til 3?2, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, men teir vóru kortini ikki nøkur álvarslig hóttan ímóti heimasigrinum. Seinna FSV málið skoraði vandamikli brasiliumaðurin Clayton Soares. Eftir uppspæl í vinstru gjørdist hann leysur. B68 málverjin tóktist ætla sær út ímóti, men broytti so ætlan, og tá ið hann fór eftir hæli aftur, lyfti brasiliumaðurin hegnisliga í málið.
Fróði Benjaminsen setti hol á miðskeiðis í 1. hálvleiki. Hann var leysur í brotsteiginum í høgru, og skotið úr spískum sat í handara síðunetinum aftanfyri nýggja FSV málverjan, Jákup Joensen.
Miðverjin Dánial Hansen økti til 2?0. Hann var fyrstur á hornasparksinnleggi úr vinstru og stýrdi við høvdinum bóltinum í málið. Undan steðginum minkaði Jens Erik Rasmussen um munin. Hann smekkaði til, Albert Sævarson í B68 málinum tóktist hava tak á støðuni, men háli bólturin smoygdi sær frá honum og rullaði inn um strikuna.
Tá ið ein tími var farin skoraði Øssur Hansen eitt fínt mál upp á fríspark. Tað minti heilt nógv um, tá ið Øssur við beinleiðis frísparki í síðstu løtu ímóti Slovenia sendi bóltin upp um manngarðin og dygst inn undir tvørtræið.
Komandi leygardag skulu NSÍ og B68 spæla toppdyst í bólkinum, meðan FSV fær fyrsta møguleikan á heimavølli, tá ið TB fyri fyrstu ferð skal spæla á útivølli.
B68? FS Vágar 3?2 (2?1)
1?0: Fróði Benjaminsen 25.
2?0: Dánial Hansen 36.
2?1: Jens Erik Rasmussen 43.
3?1: Øssur Hansen 60.
3?2: Clayton Soares 71
Dómari: Jens Petur Brattalíð
B68: Albert Sævarson ? Mannbjørn Nesá, Hans Fróði Hansen, Dánial Hansen, Bogi Petersen ? Jóhan Petur Poulsen, Jan Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen ? Súni Fríði Johannesen, Kristian Anton Andreassen
FS Vágum: Jákup Joensen ? Sjúrður Ellefsen, Jóhannis Joensen, Albert Ari Thomassen, Silva Braga ? Birgir Joensen, Ruslan Screlea, Jens Erik Rasmussen, Vlad Osipov ? Clayton Soares, Eyðfinn Fjalsbak