Tónleikur
Nú er greitt, hvør fer at loysa Jens Marna Hansen av sum sangara og gittarspælara í væl dámda rockbóllkinum, All That Rain.
Tað verður 22 ára gamli miðvingurin Hans Ravnsfjall, sum framyvir fer at verða frontfigurur í bólkinum.
- Hans er ikki tann nýggi Jens Marni. Hans hevur ein øðrvísi stíl, og tað sleppur hann eisini at hava og menna í All That Rain. Bólkurin fer at broytast við Hans sum sangara og gittarspælara, sigur Henning Nicodemussen, trummuspælari í All That Rain.
- Vit fingu hann viðmældan til All That Rain, so vit settu okkum í samband við hann beinanvegin. Síðani hava vit spælt nógv saman, og fyri tveimum ella trimum vikum síðani kendu vit okkum vísar í, at vit høvdu funnið rætta mannin, sigur Henning.
Sín egni
Hans Ravnsfjall syngur og spælir gittar, og hann hevur spælt í fleiri vágabólkum. Hann hevur verið við í Bimbs, Ahou og Masha, og allir hesir bólkarnir hava verið við í Prix Føroyum.
- Hetta er ein spennandi avbjóðing, og eg stúri ikki fyri at skula liva upp til nakað ávíst. Eg rokni við, at fólk fara at taka væl ímóti mær, sigur Hans Ravnsfjall.
Hann ger púra greitt, at hann ætlar sær ikki at fara at immitera Jens Marna Hansen.
- Vit eru ymiskir sum tónleikarar og sangarar, og eg ætli mær ikki at fara at herma eftir honum. Tað førir ikki tað nakað gott. Eg vil sleppa at hava mín egna stíl, og tað eru vit eisini púra samdir um í bólkinum, sigur Hans Ravnsfjall.
Hann er fegin um fyrstu vikurnar saman við hinum báðum tónleikarunum í All That Rain, og hann heldur, at tað er eitt privilegium at sleppa at spæla saman við slíkum tónleikarum
- Vit hava vant rættiliga fitt seinastu tíðina, og nú byrjar tað at líkjast. Eg havi ikki gjørt nógv við tónleikin seinastu mánaðirnar, so eg gleði meg at sleppa á pallin aftur.
Tekur tíð
Enn er ikki greitt, nær All That Rain fer at seta rættiliga ferð á aftur, men tað verður neyvan fyrstu vikurnar.
- Vit hava vant nógv, og tað gongur sera væl. Vit eru væl nøgdur við fyrstu tíðina, men vit eru ikki enn klárir at fara út at spæla á stórum konsertum. Vit hava ikki ásett nakran dag, tá vit skulu verða klárir, tí vit ætla at taka tíðina, sum skal til fyri at gera okkum klárar, sigur Henning Nicodemussen
- Tað tekur tíð at spæla nýggjan tónleikara inn í bólkin. Fyrst skulu vit læra at spæla saman, og síðani skulu vit læra at skapa nakað saman. Men hetta eru vit í gongd við, og vit ætla at gera nógv við venjingina næstu tíðina.
Tað var miðskeiðis í august mánaði, at tað gjørdist greitt, at Jens Marni Hansen, sum hevur verið sangari og gittarspælari í All That Rain, síðani bólkurin fór at spæla fyri næstan tveimum árum síðani, fór úr bólkinum.
Hann hevði ikki hug at halda fram við at gera so nógv við tónleikin, sum teir í All That Rain hava gjørt seinnu árini, og tí tók hann seg aftur.
Nú er so greitt, hvør avloysarin hjá Jens Marna verður, og so verður spennandi at hoyra, hvussu All That Rain fer at ljóða við nýggjum sangara og gittarspælara.