Dansur við Vágaverk verður í Klaksvík í kvøld. Teir sum manna bólkin eru Sámal Ravnsfjall, Holgar Jacobsen, Jóan Jakku Guttesen og Finnur Joen Jacobsen, so her er talan um veruligt vágaljóð, boða fyrireikarnir frá.
Vágaverk fara at spæla fleiri góðar og kendar sangir í kvøld, nevnast kunnu tildømis Medistari í karry, 1001 nátt og á trappuni hjá Lenu.
Dansurin verður í KÍ Høllini, og umframt at Vágaverk trína á pallin, fer eisini ein plátuvendari at spæla dansiband country tónleik í steðginum.
Dyrnar lata upp kl 23:00 og dansurin endar kl 04:00, siga fyrireikarnir.










