Stuðulsdansur til frama fyrk Australiaferðina hjá Ungdómsorkestrinum í Vágum verður í Sørvági leygakvøldið.
Hetta verður Vágadansur burturav, siga fyrireikararnir. Orkestrið, sum er at spæla, er sett saman av tónleikarum úr Vágum, og nevnir seg Vága Jam. Og teir fara at spæla Vága Sound, siga teir. Teir spæla bara løg, sum orkestur úr Vágum hava givið út.
Ungdómsorkestrið í Vágum fyrireikar í løtuni eina ferð til Australia næsta summar. Tey hava ymisk tiltøk til tess at savna pening. Ætlandi fer Australiafeðin av vara tvær vikur.










