Vágakórið, ið sum navnið sipar til er mannað við fólkum úr Vágum, ger nú klárt at framføra fimm konsertir næstu vikurnar.
Fyrsta konsertin verður Dýrabiðjudag, tá kórið luttekur í kórfestivalinum í Norðurlandahúsinum.
Síðani søkir heim aftur til Vágar, har skipað verður fyri tveimum konsertum 24. apríl. Fyrr verður á Giljanesi klokkan 16, meðan seinni verður í nýggju kirkjuhúsinum í Sørvági klokkan 19.
Síðstu konsertirnar verða eisini sama dag, tann 5. mai, tá kórið vitjar í Streymoynni og í Eysturoynni. Fyrst luttekur kórið í gudstænastuni í Hvalvíkar kirkju klokkan 12, og klokkan 16 verður konsert í Fuglafjarða kirkju.
Sámal Matras Kristiansen er kórleiðari.