Vágafelli og Hvannafelli klárir til fiskiskap

Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt við at gera partrolararnir Vágfelli og Hvannafelli - sum fyrr itu Nesborg I og Bliki - klárar til fiskiskap. Tað skrivar Suðuroyarportalurin.

Nakað hevur verið at gjørt við skipini, sum hava ligið á Vági og á Tvøroyri. Og seinastu tíðina hava skipini ligið á Runavík, har tey hava fingið ísett Scantrol útgerð, sum skal betra um møguleikarnir, tá partrolað verður.

Nú Vágfelli og Hvannafelli eru komnir aftur á Vág, verður gjørt klárt at fara til fiskiskap.

Kør og ísur, trol og onnur útgerð verða tikin umborð, soleiðis at klárt er at loysa. Onkur smáting skulu gerast við skipini áðrenn tey fara til fiskiskap, men reiðaríið vónar at skipini sleppa út í hesari vikuni.