Vágafólk ynskja fund við Fiskavirking

Kreppufundurin í Sandavági seinnapartin í dag kom til ta niðurstøðu, at borgarstjórarnir í Miðvági og Sandavági fara at biðja um fund við Fiskavirking um støðuna í Miðvági. Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági og tingkvinna fyri Sambandsfokkin í Vágum, sigur, sambært Vágaportalinum, at eini 16 fólk vóru á fundinum seinnapartin í dag.

Niðurstøðan var hon, at Jóhannes Klein, borgarstjóri í Miðvági, fær til uppgávu at biðja um fund við leiðsluna í Fiskavirking.

- Hetta skal gerast beinanvegin, sigur borgarstjórin í Sandavági.

Bygdaráðslimir úr allari oynni, umboð fyri fakfeløgini og politikarar komu saman seinnapartin at røða um støðuna nú eini 70 fólk ikki skulu møta aftur til arbeiðis eftir summarsteðgin á Fiskavirking í Miðvági.

Hetta varð kunngjørt seinnapartin í gjár, og hevur loypt ekka á fólk í Vágum.