Vágafólk um EITT valdømi

Skulu Føroyar gerast eitt valdømi?

NEI, tí vit missa ávirkan


Josefina Falkvard, krambakvinna úr Miðvági:

- Eg eri ímóti einum valdømi, tí eg rokni við at flestu politikkararnir fara at verða havnarmenn. Ein avleiðing av hesum kann verða, at vit missa flogvøllin.

- Vit í Vágum stóðu sera væl saman, tá málið um undirsjóvartunnilin kom fram. Eg eri vís í, at um tað verður eitt valdømi og hetta uppskotið kom fram seinni, hevði tað verðið sera trupult at fingið tað ígjøgnum.






NEI, tí alt verður stýrt úr Havn 


Eirik Joensen, arbeiðsmaður úr Miðvági:

- Mær dámar einki hetta uppskotið um eitt valdømi, tí eg óttist fyri at alt fer at verða stýrt úr Havnini. Tað er longu nóg ringt sum er.

- Politikkarar úr øðrum økjum hava ikki so lætt við at seta seg inn í umstøðurnar hjá okkum í útjaðarinum – og tá er líkamikið um talan er um Vágar ella Norðoyggjar. Tí verður trupult hjá teimum at fáa nýggj hugskot og meiningar um, hvussu hesi økini skulu mennast í framtíðini.





JA, tí útjaðarin verður røktur eins væl 


Marni av Kák, fyrrverandi sýslumaður úr Sørvági:

- Hóast eg eri partamaður hjá Marius (Dam úr Sambandsflokkinum), eri eg rúkandi ósamdur við honum: Vit skulu hava eitt valdømi.

- Vit eru fá í tali í Føroyum og landið er lítið, og eg trúgvi at útjaðarin verður røktur eins væl við einum valdømi sum undir verandi skipan. Tað verður neyvan tann stóra broytingin, tí oyggin verður neyvan meiri forsømd enn hon er í dag.

- Vit kunnu heldur ikki brúka Grønland sum fordømi, tí her er talan um eitt annað land uppá mangar ymiskar mátar, fyrst og fremst í stødd.

- Hinvegin so mugu teir sum stilla upp, bjarga sær nakrar atkvøður úr útjaðarinum, fyri at verða vísur í at verða valdir aftur. Tí mugu teir snøgt sagt arbeiða líka væl fyri øll í øllum økjum!