Vágafólk dáma okkara hús

- Ynskini hjá fólki í Vágum og okkara útboð vísa seg at hóska sera væl saman. Vit hava valt okkum eitt ávíst snið, soleiðis at vit ikki gera somu húsini sum aðrir, sigur Jákup Suni Joensen, stjóri í byggifyritøkuni Bulur á Signabø

Sandavágur: - Ja, tað vísir seg at okkara spesiali at byggja eittplanhús, er sera væl egnað til landslagið og eftirspurningin her í Vágum, slær Jákup Suni fast.

Í góðveðrinum ein dag fyri páskir var stjórin sjálvur og ein av monnum hansara staddir í nýggju útstykkingini í Sandavági. Klárt skal gerast til enn eini sethús á hesum staði.

Tey seinnu árini eru nógv sethús bygd í teimum stóru bygdunum í Vágum. Felags fyri fleiri teirra er, at grundøkini hava ligið í slættlendi og hava haraftrat verið stór - upp í móti 700 fermetrum og meiri.

Teir eru nú farnir undir hús nr. 12 í Vágum. Hesi verða bygd í Sandavági, í eini útstykking har byggjast skulu eini 30 sethús. Og gongst sum tað plagar og eigur hjá Buli kann eigarin flyta inn í tey í summar.

- Vit plaga at siga, at tað tekur okkum tríggjar mánaðir frá tí vit byrja, til húsini eru klár. Í hesum førinum ætlar maðurin sjálvur at gera køkin og leggja gólvini á, greiðir Jákup Suni frá.

Teir eru í løtuni sjey mans í fyritøkuni, umframt tað at teir hava knýttar fleiri undirleverandørar at sær.


Fáa ikki lán

Tað er hugaligt at nærkast Sandavági við bili. Bæði tann fremmandi og tann kendi síggja beinanvegin, at her er lív og vøkstur í bygdini.

Tey seinastu árini eru bygd í hópatali av sethúsum norðuri í Sørpum, sum tann staðkendi sandavágsmaðurin hevði sagt tað. Vit taldu ikki, men leysliga mett eru tey væl omanfyri 30.

Hóast tíðirnar er broyttar og fíggjarkreppa herjar kring allan heimin, hevur hetta kortini ikki tikið burtur áhugan hjá fólki at seta føtur undir egið borð.

Nakað undan páskum vóru teir hjá byggifyritøkuni Bulur á Signabø farnir undir enn eini sethús á hesum staði.

At teir byggja hús í Vágum er ikki nakað eindømi. Hesi húsini eru í roynd og veru teirra tólvta bara í Vágum.

- Vit hava lagt okkum eftir eittplans-húsum fram eftir jørð. Og tað hevur teimum dámað sera væl her vesturi, sigur Jákup Suni.



Kring landið

Byggifyritøkan Bulur, ið varð stovnað í 1998, hevur gjørt hús kring alt landið, millum annað í Norðoyggjum, Havn og Sandoynni. Enn hava teir ikki gjørt nøkur hús í Suðuroy.

- Vit hava nógvar fyrispurningar frá fólki, sum ynskja sær hús frá okkum. Men ein vansi hevur verið, at trupult hevur verið at fingið lán frá peningastovnunum.

- Men eg veit ikki, tað virkar sum um at tað er heldur frægari møguleiki nú. Og kanska árstíðin nú eisini er tann rætta til bygging av sethúsum, slær Jákup Suni fast.