Dreingjaliðið hjá FS Vágum 2004 er í løtuni við í kapping í Spania, har liðið stendur seg avbera væl.
Kappingin eitur Palencia Cup og er beint uttan fyri Madrid.
Vágadreingirnir hava spælt tríggjar dystir í innleiðandi bólkaspælinum.
Teir vunnu fyrst 5-0 á Tarm úr Danmark. Síðani var mótstøðuliðið Fuglbjerg úr Danmark, og tá vann FS Vágar 2004 ikki minni enn 10-0. Síðsti dysturin var móti spanska liðnum Huercal Overa, og tann dysturin endaði við málleysum javnleiki 0-0.
Teir eru tí komnir í hálvfinaluna, har teir skulu spæla móti spanska Huelva.
Dreingjaliðið úr Vágum fekk eisini steyp fyri at verða besta liðið fyrstu fýra dagarnar av kappingini.










