Vágabrak og oddastríð

Á Giljanesi verður eitt ordans brak av einum dysti, tá unga oddaliði SÍ skulu á vitjan hjá Drátti í bestu kvinnudeildini. Hjá monnunum verður eisini ein sera spennandi dystur í Klaksvík, tá bæði oddaliðini bresta saman

FLOGBÓLTUR

 

Um vikuskiftið verður sera spennandi uppgerð í meistaradeildini hjá kvinnum, tá Dráttur tekur móti SÍ, ið kappast við ÍF um plássið í oddinum.

Spurningurin hesaferð er tí, um SÍ kann halda góðu gongdini, ella um Dráttur hinvegin kann arga grannarnar og klára at økja um spenningin aftur.

Hjá SÍ verður óivað vónað at unga liðið vísir mentala, eins væl og kroppsliga styrki, tá tær fara á vitjan hjá grannunum úr Drátti. Hinvegin ætla Drátturskvinnur sær óivað at smasja seg inn í oddin aftur, har tað er so spennandi at spæla.

 

SÍ í tveimum oddabrakum

Er tað talan um oddabrak í meistaradeildini hjá kvinnum, er tað ikki minni so, hjá monnunum.

Klaksvík verður karmur um satt oddabrak, tá SÍ liðið kemur á vitjan. SÍ eru serstakliga vælspælandi í løtuni, og tað eru Mjølnir eisini, so fólk kunnu vænta sær einn sannan góðbita av flogbólti á hægsta støði. Nýggju hallarviðurskiftini í Klaksvík fara óivað eisini at koma til sín rætt, hetta vikuskiftið, tá tey eru karmur um eitt ordans oddabrak.

Spurningurin er so, um ÍF kunnu gera sær dælt av hesum oddabrakinum í Klaksvík.

ÍF skulu í vikuskiftinum tveir túrar til Havnar. Leygardagin skulu teir møta Fleyr og sunnudagin spæla teir ein dyst, ið hevur ligið á láni, í longri tíð. Tað er dysturin móti Fram.

Vinnur ÍF báðar sínar dystir, og SÍ lútar móti Mjølni, so eru Fuglfirðingar tvey stig aftanvert SÍ, men við einum dysti til góðar, í mun til SÍ. Skuldi tað hinvegin hent seg, at SÍ vinnur í Klaksvík, kunnu ÍF leggja seg ájavnt Mjølnir á øðrum plássi. Men høvuðsendamálið hjá ÍF má í fyrsta lagið vera, at teir konsentrera seg til fulnar í sínum dystum, og ikki, hvat fyriferst aðrastaðni.

Hvussu er og ikki, so fáa vit enn eitt spennandi vikuskifti við einari rúgvu av flogbólti á høgsta støði.