Vága Sýsla størsta fólkavøksturin

Lutfalsliga er størsti fólkavøksturin í landinum í Vágum, har tey fjølgaðust við 63 fólkum ella 2,1 prosentum fyrstu ellivu mánaðirnar av 2008. Høvðusorsøkin til stóra fólkavøksturin er óvanliga stóra burðaravlopið, sum mest skyldast fá deyðsføll í tíðarskeiðinum. Frá 1. januar til 1. desember 2008 eru 50 børn fødd í Vága sýslu og 18 fólk doyðu, hetta gevur eitt burðaravlop uppá 32 fólk. Í 2007 vóru 41 børn fødd og 32 fólk doyðu, tað gevur eitt burðaravlop ið er 9 fólk. Hildið verður, at tað stóra burðaravlopið í Vágum er tilvildarligt, tí hvørki kynsbýti ella aldursbýti benda á, at burðaravlopið eigur at vera størri enn aðrastaðni í Føroyum. Tvørturímóti er miðalaldurin hægri enn miðalaldurin í Føroyum og lutfalsliga er talið á konufólkum tað lægsta í Føroyum, har býtið er 52 prosent mannfólk og 48 prosent konufólk. Í Vága sýslu eru 54 prosent mannfólk og 46 prosent konufólk, sigur Hagstovan