Vága- og Norðoyatunnil skulu ikki gjalda aðrar tunlar

Vinnulívsráðið í Klaksvík ávarar nú ímóti, at politikarar í heilum koma fram við, at Norðoya- og Vágatunnilin verða settir fram sum eitt gjaldsaktiv fyri aðrar tunlar í Føroyum.

– Seinasta skotið á bulinum er útsøgnin hjá formanninum í fíggjarnevnd Løgtingsins, har hann setur spurningin um: »Skulu verandi tunnilsfeløg (Vága og Norðoyatunnilin) takast upp í eina stóra og samanhangandi framtíðartryggjaða heildarloysn«.

Tað sigur Vinnulívsráðið í Klaksvík í viðmerking til kjakið um Skálafjarðartunnilin í dag.

– Við longu trongum vinnulívskarmum í Føroyum fara vit at ávara ímóti hesi loysn, og vilja leggja afturat, at vinnulívið nú hevur brúk fyri støðugum og álítandi viðurskiftum frá politisku myndugleikunum, soleiðis at vit við vinnuliga grundarlagnum framhaldandi kunnu byggja landið, sigur Vinnulívsráðið í Klaksvík, sum vísir á, at tað at tunlarnir millum Streymoy og Vágar og millum Eysturoynna og Klaksvík gjørdust veruleiki fyrst í hesi øldini, og at ferjurnar fóru í søguna, var hetta onki minni enn ein av størstu framtíðarátøkum í Føroyum. Hesar øktu veruliga vinnuliga dynamikkin í hesum økjunum.

Byggisáttmálar og gjaldsavtalur viðvíkjandi fremjan av tunlunum vórðu gjørdar, men vinnan sá fram í móti, at um nøkur ár, so verður, sambært øllum avtalum, frítt at koyra ígjøgnum, tí tá vóru tunlarnir útgoldnir.

– Soleiðis skuldi hetta virka eins og vanligir landsvegir hereftir. Einki er at taka seg aftur í, at eitt framhaldandi tunnilsgjald fyri at gjalda aðrar tunlar, er at leggja framhaldandi og uppaftur tyngri byrðar á vinnulívið í hesum økjunum og verður tí mótmælt hiðani, sigur Vinnulívsráðið í Klaksvík.