Vága kommuna skal hava fleiri grundstykki

- Tað besta, sum er hent í ár, er, at flakavirkið í Miðvági læt upp aftur, og at Katrin Jóhanna kom til kommununa, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

 

 

Hvørji mál ert tú serliga fegin um, at Vága býráð higartil hevur framt?

- Eg fegnist um miðstaðarøkið í Miðvági og almenna vesið, og at umbyggingin av Ellisheiminum á Sýnini er um at verða liðug. Tað er eisini geðiligt, at vegirnir til molddumping, miðportur og kirkjugarðin í Miðvági eru asfalteraðir.

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, vísir á, at komið er eisini væl áleiðis við at fremja spillivatnsætlanina, eins og útstykkingar við Stóraklett og Olivarsveg/ Dagmarsgøtu eru gjørdar.

- Haraftrat hava vit keypt bygdarhúsið í Miðvági, sigur borgarstjórin.

Hvat fer at henda í Vága kommunu í tíðini, sum er eftir av hesum valskeiði?

- Vit fara at fáa til vega fleiri grundstykki, og vit fara at arbeiða við einum miðstaðarøki í Vatnsoyrum. Vit fara eisini at høvuðsumvæla havnaøkið og bátahylin. Miðbrekka skal gerast liðug, og rundkoyring skal gerast á Giljanesi.

Eyðdis Hartmann Niclasen heldur ikki, at hon hevur nakað serliga keðiligt at minnast aftur á í árinum, sum nú gongur móti endanum.

- Tað er altíð ein torførur spurningur, men eg haldi ikki, at nakað hevur verið so serliga ringt, tíbetur.

Men, hvat er so tað besta, sum hon heldur er hent í árinum?

- Tað besta er, at flakavirkið í Miðvági læt upp aftur, og at vit fingu skipið Katrin Jóhonnu til kommununa, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, sum leggur aftrat, at jólini í ár verða hildin heima saman við familjuni.