Samlaða skattainntøkan í Vágum var størri fyrra hálvár í ár, enn hon var tað í fjør, men gongdin var ikki tann sama í teimum báðum kommununum.
Í Vága kommunu var talan um vøkstur upp á 3,07% ella 817 túsund krónur, og í Sørvági var talan um -1,44% ella eina minni inntøku fyrra hálvár í ár sammett við í fjør upp á 226 túsund krónur.