Fyrstu kavadagarnir hava verið og arbeiðsfólkini hjá kommununum og Landsverki hava tí longu verið úti og rudda, salta og skumpa kava.
Tað er eingin ivi um, at rudding og salting er ein týdningarmikil uppgáva hjá kommunum hesa árstíðina, so at vit øll kunnu ferðast trygt bæði á vegi og gongubreytum.
Nú hava tey í Vága kommunu brynja seg betur til at taka móti næsta kavanum. Mikudagin komu nýggjar maskinur til kavarudding í oynna.
- vit gleðast um at boða frá, at kommunan hevur ognað sær tvær smáar maskinur, sum kunnu feia, grava og salta gongubreytir. Umframt eina nýggja gravimaskinu í staðin fyri aðra av teimum gomlu, sum hevur tænt fyri seg, skrivar kommunan.
Fimm mans eru knýttir at vetrarhaldinum í Vága kommunu.









