Vága floghavn hongur í klønum tráði ? orsakað av loysingini

Sambart Samgonguavtaluni verður hópur av yvirtøkum framdur. Talan er um fleiri 100 tals milliónir frá 1 jan ár 2002.

 

Marjus Dam,

løgtingsmaður



Sambart Samgonguavtaluni verður hópur av yvirtøkum framdur. Talan er um fleiri 100 tals milliónir frá 1 jan ár 2002.


? Um ársskiftið 2002 skal smb samgonguavtaluni ríkisveitingin minkast við 300 ? 400 milliónir.


Yvitøkur verða framdar í panik. M.a Fólkakirkja, skúlamál, revsirættarmál, o.m.a. At enda verður nevnt, at Vága Floghavn verður yvirtikin.

Fyri mongum í Føroyum og Vágum er hendan samgonguavtala tað sama sum avtøka og niðurlegging av flogvøllinum í Vágum.

Tað er púra greitt, at áðrenn ein ivirtøka verð-ur framd, so verður neyðugt at vøllurin verður útbygdur. Á Fíggjarlógini stendur ikki eitt orð um at Vága floghavn verður útbygd.

Ætlar samgongan at koma við einum broytingaruppskoti til figgjarlógina, har peningur verður settur av til út-byggingina?

Tað kunnu passandi Tingmenn Fólkafloksins svara uppá. Helst bein-anvegin skrivliga. Tí vit í Sambandsflokkinum ganga ikki við til, at hendan floghavn verður slakta orsakað av fullveldis tøkuni. Tað kann ein við røttum rokna við, nú panik yvirtøkur fara at verða framdar fyri Hundraðtals milliónir krónur.

Somuleiðis kunnu teir svara uppá nær næsti skattalættin verður framdur.

Eg øtist um seinastu samgonguavtalu. Fyri føroyingar er hon ring. Tað er víst.