Vága Floghavn framgongd

Vága Floghavn hevði fríggjadagin aðalfund, har eitt nú roknskapurin var lagdur fram. Og hóast hann vísti eina framgongd á heilar fýra milliónir krónur í rakstri, so var úrslitið eitt tap á 3,8 milliónir krónur.

Men hóast hetta, eru bæði nevnd og stjóri vælnøgd við úrslitið.

- Vit hava megnað at økt um inntøkugrundarlagið. Undirskotið er tekniskt, tí tað er talan um niðurskrivingar, ið vit vistu fóru at koma. Vit hava tríggjar stórar bygningar, ið vit vistu skuldu beinast burtur, og goymslubygningurin er ein, ið hevur eitt bókført virði á seks milliónir krónur, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

Eisini gamla fráfaringarhøllin er tikin niður og vil ávirka roknskapin við seks milliónum krónum.

- Og í 2014 hava vit fingið at vita frá Trafikstyrelsen, at vit skulu taka nakrar bygningar niður, sum liggja yviri við tornið, sigur Jákup Sverri Kass.

Hann sigur, at tá teir siga, at raksturin er sunnur, so meinast tað við, at Vága Floghavn megnar at svara hvørjum sínn.

Hann sigur, at teir høvdu avskrivingar fyri átta milliónir í 2011, men í fjør vóru avskrivingarnar 15 milliónir.

- So var tað ikki fyri hesar eyka avskrivingarnar, so høvdu vit havt eitt betri úrslit en tað, vit síggja, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.