Víðfevnt mótmæli í Sarajevo

Túsundtals arbeiðsfólk gingu í gjár eina friðarliga mótmælisgongu í bosniska høvuðsstaðnum, Sarajevo, har tey kravdu, at tey fingu ta írestandi løn frá arbeiðsgevarum sínum, tey hava rætt til.

– Vit hava ikki fingið løn í 10 mánaðir, og nú eru vit svong, segði Ediba Hamamdzic, sum arbeiðir á eini verksmiðju, ið er blivið eitt av fleiri ofrum fyri miseydnaðum einskiljingum.

Fakfeløgini í Sarajevo siga, at bæði privatir og almennir arbeiðsgevarar í Bosnia-Herzogovina sløsa við lønunum, umframt at fleiri teirra fremja svik við sosialum avgjøldum.

Arbeiðsloysið í Bosnia er ovurstórt, tí hóast tað sæð yvir alla arbeiðsmegina í landinum er 28 prosent, er tað millum tey í yngri árum heilt uppi á 40 prosentum.