Seinast harrarnar hjá VÍF vóru á vitjan hjá Kyndli, varð úrslitið, teimum gulu til fyrimuns, tá teir vunnu við fimm málum 31-26. Dysturin í Vestmanna endaði við sigri til Kyndil, tá teir vunnu tepurt 26-25.
Á kvinnuligu síðuni gjørdist talan um rættiligan stórsigur, tá tær gulu vóru á vitjan seinast. VÍF vant burturúr Kyndli og munurin gjørdist heili 14 mál í 30-16 sorlinum. Í Vestmanna gjørdu Kyndla-kvinnurnar, monnunum eftir, og vunnu tepurt á útivølli. Úrslitið gjørdist tá 24-21
Hjá monnunum, í Atlantic Airways-kappingini, liggur Kyndil á einum fimta plássi við 8 stigum, fimm stig frammanfyri KÍF, á aftasta plássinum.
VÍF liggur eitt pláss hægri, á fjórða plássi við 11 stigum, bert eitt stig aftanfyri H71
Í Sunset-kappingini, har kvinnurnar leika, hava VÍF ikki vunnið ein dyst, síðan tær vitjaðu Kyndil seinast, og vunnu stórt, so spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer á hesum sinni.
VÍF liggur á einum sætta plássi við 5 stigum, ið er tvey færri enn vertirnir úr Kyndli.
Kyndil er ájavnt í stigum við StÍF, og liggur fimm stig aftanfyri VB, á triðja plássi.
Kvinnudysturin byrjar klokkan 18:30, meðan harrarnar byrja klokkan 20:00










