VÍF vinnur og vinnur

KÍF-VÍF 21-24 (9-12)

Vestmenningar sigraðu í grannauppgerðini móti KÍF. Men sum so ofta í júst hesi uppgerðini gjørdist talan aftur um sera tættan dystin.

Hóast VÍF fyri tað mesta var á odda, so sluppu teir ongan tíð veruliga leysir frá mótstøðuni, sum tó ikki megnaði at senda avgerandi bóltarnar í netið.

Sigurin ber við sær, at VÍF framvegis er tvey stig framman fyri Neistan, men munurin aftur til triðja plássið øktist upp í fýra stig.