VÍF vinnur

Tað vóru venjararnir hjá Kyndli og StÍF samdir um eftir dystin mikukvøldið

Eftir at Kyndil og StÍF mikuvkvøldið høvdu leikt seinasta dystin í hesum kappingarárinum, hittu vit venjararnar báðar á málið.

Vit settu teimum báðum tríggjar stuttar spurningar:


Hvat heldur tú vera ávíkavist positivt og negativt við kappingarárinum fyri tykkara viðkomandi:


Sophus: Fyri at taka tað negativa fyrst, so haldi eg, at vit hava verið ov óstøðugir í avrikum okkara. T.d. eru fleiri dystir, har vit hava ligið til at vunnið, men sum vit síðani hava tapt í seinastu løtu. Vit eru tó sjálvir greiðir um henda trupulleika, og tað mugu vit so arbeiða við til komandi kappingarár.

Mest positiva er sjálvandi, at vit megnaðu at vinna steypafinaluna.

Eitt annað, sum eg haldi vera keðiligt, at vit framhaldandi hava sjey lið í bestu deildini. Eftir mínari fatan, átti hetta at verið skorið niður í seks lið, soleiðis at vit fingu heldur færri dystir, men við størri kvaliteti í einstøku dystunum.


Jónleif: Fyri okkara part hevur tað mest positiva verið, at vit megnaðu at vera partur av toppinum so at siga alt kappingarárið. At tað so kiksaði móti Neistanum næst seinasta vikuskifti, er so avjørt tað, sum hevur verið mest skuffandi. Serliga var tað hátturin, sum vit taptu upp á, sum eg haldi vera keðiligur, tí vit høvdu allar møguleikar at avgera dystin. Somuleiðis tá vit taptu móti Kyndli í Havn, har vit høvdu eina greiða leiðslu, men kortini taptu dystin.

Annars eri eg fullkomuliga samdur við Sophus, tá hann sigur, at talið av liðum í bestu deildini eigur at verða skorið niður í seks. Um eitt felag ikki klárar at manna eitt, so er altso eingin orsøk at vera við í fyrstu deild.


Hvat lið halda tit fer at vinna gulldystin í Vestmanna:

Jónleif: Eg havi tippað VÍF fyrr, og tað geri eg framvegis


Sophus: VÍF hevur royndirnar. Teir hava verið í toppinum fyrr, meðan Neistaleikararnir ikki eru so vanir við leiklutin. Tað sá man kanska eisini í steypafinaluni, har teir føra nógv, men har vit kortini megna at venda dystinum.

Hinvegin hevur Neistin nakrar skjúttar, sum kunnu avgera alt sjálvir, um teir sleppa fram at.