Eftir ætlan skuldu tveir kvinnudystir og tveir mansdystir leikast í morgin, men vegna ringa veðrið verður annar kvinnudysturin av ongum.
Smyril siglir ikki í morgin og dysturin, VB - VÌF í SMS-deildini er útsettur. Hinir dystirnir fara fram sum ætlað.
Tí er skráin hendan í morgin:
Klokkan 14.00: Neistin - StÍF (SMS-deildin, kvinnur)
Klokkan 16.00 Neistin - StÍF (Okkaradeildin, menn)
Klokkan 16.00 VÍF - KÍF (Okkaradeildin, menn)
FM1 sigur frá báðum dystunum í Okkaradeildini klokkan 16.00.
Teir báðar mansdystirnar nevnir Vikuskiftissosialurin fyri "Supersunnudag". Báðir dystirnir eru sera avgerandi fyri hálvfinalustríðið í Okkaradeildini nú bert fýra dystir resta í.
Støðan í Okkaradeildin er í løtuni hendan:
Fýra tey fremstu eftir 18 dystir spæla seg í hálvfinalurnar
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 14 | 403 | 327 | 76 | 24 |
2 | VÍF | 14 | 399 | 365 | 34 | 18 |
3 | StÍF | 14 | 390 | 391 | -1 | 17 |
4 | Neistin | 14 | 370 | 336 | 34 | 16 |
5 | KÍF | 14 | 370 | 343 | 27 | 15 |
6 | Kyndil | 14 | 358 | 377 | -19 | 8 |
7 | Team Klaksvík | 14 | 288 | 439 | -151 | 0 |
Støðan í SMS-deildini er hendan:
Fýra tey fremstu eftir 18 dystir spæla seg í hálvfinalurnar
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Kyndil | 15 | 398 | 305 | 93 | 22 |
2 | VÍF | 15 | 407 | 349 | 58 | 22 |
3 | H71 | 15 | 410 | 344 | 66 | 20 |
4 | Neistin | 15 | 368 | 312 | 56 | 20 |
5 | Stjørnan | 15 | 356 | 410 | -54 | 9 |
6 | StÍF | 15 | 339 | 437 | -98 | 7 |
7 | VB | 14 | 300 | 421 | -121 | 4 |