VÍF vann tryggan sigur á StÍF

Vestmenningar høvdu munin allan dystin, tá ið teir í dag vunnu á strandingum

VÍF - StÍF 27-23 (16-13)

 

StÍF vitjaði VÍF í Vestmanna í dag í Okkara deildini, men vóru ongantíð veruliga nær við at fáa eitt úrslit við sær heim.

VÍF hevði hug at vera á odda allan fyrra hálvleik, og strandingarnir kundu ikki vera ónøgdir við at teir bert vóru aftanfyri við trimum í hálvleikinum.

 

 

Men VÍF avgjørdi dystin tíðliga í seinna hálvleiki, tá ið munurin øktist upp í seks mál eftir lítlari løtu, og brekkan hjá StÍF gjørdist ov tung at nærkast einum úrsliti.

Endin var at VÍF vann tryggan sigur á 27-23, og legði sostatt væl frá landi í kappingarársins fyrsta dysti.

 

 

 

Málskjúttar hjá VÍF:

Jóhan í Garðastovu 6, Filip Jojic 5, Sjúrður Olsen 4, Jón Muller 4, Andrias Eriksen 4, Jákup A. Joensen 2, Heini á Heygum 1, Magnus Muller 1,

 

 

Málskjúttar hjá StÍF:

Jóannes A. Prestá 8, Pætur Joensen 5, Martin Danielsen 4, Tummas Simonsen 3, Teitur V. Nilssen 2, Djóni J. Petersen 1