Vestmenningar vunnu í dag á KÍF í høllini í Kollafirði, meðan H71 vann á Kyndil. Sostatt er stórur spenningur í oddinum, har bara eitt stig er frá nummar eitt til trý.
Í Kollafirði komu vestmenningar sera væl frá byrjan og vóru eitt skiftið á odd 11-2. KÍF kom fyri seg og fekk minkað um munin til 10-15 á hálvleikinum. Tá samanumkom vann VÍF 26-24. Hetta er fyrsta tapið hjá KÍF í hesum kappingarárinum.
Í Hoyvík var H71 á odda 16-13 í hálvleikinum og vann dystin 31-25. Úrslitið merkir, at H71 saman við VÍF kemur upp á tíggju stig, meðan KÍF framvegis er oddalið við 11 stigum.
Atlantic Airways deildin:
KÍF VÍF 24-26
H71 Kyndil 31-25
Team Klaksvík StÍF 22-31