VÍF vann klassikaran

VÍF-Kyndil 31-25 (16-9)

VÍF tók í dag ímóti Kyndli í stóra klassikaranum í føroyskum manshondbólti.´

Í mun til so ofta fyrr, so var favorittleikluturin tó greiður, og hendan livdi VÍF eisini upp til.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki skræddi VÍF seg veruliga leyst, og so var bara at halda fast um munin.

Bestú málskjúttarnir hjá heimaliðnum vóru Agnar Joensen og Niels Andreasen, sum skutu 9 mál hvør. Janus Einar Sørensen skeyt 7 av málunum hjá Kyndli.