Ein dystur hevur verið í FTZ-deildini í kvøld. VÍF vann við 11 málum á Team Klaksvík. Við sigrinum hava vestmenningar yvirhálað Team Klaksvík á stigatalvuni.
Dysturin bleiv ongantíð spennandi, tí VÍF kom á odda tíðliga í dystinum. Tá komið var til hálvleiks var ongin spenningur eftir, tí tá var VÍF á odda við 10 málum.
Eitt skifti vóru 14 mál á muni, men móti endanum minkaði Team Klaksvík um munin, so tað endaði við níggju málum á muni. Toppskjútti í dystinum var annars Sámal á Tjaldrafløtti úr Team Klaksvík við níggju málum, meðan Filip Jojic og Julian Olsen úr VÍF skoraðu sjey mál í part.
Team Klaksvík – VÍF 27-36 (10-20)
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 9, Finnur Hansson 5, Vilhelm Vilhelmsen 4, Birgir Poulsen 3, Beinir Johannesen 3, Jens Pauli Mohr 2, Hørður F. Sigtórsson 1
VÍF: Filip Jocic 7, Julian Olsen 7, Sjúrður Olsen 5, Andrias Eriksen 5, Rúni Joensen 4, Bjarti Hansen 4, Agga í Garðastovu 1, Johan í Garðastovu 1, Jákup Andreas Joensen 1, Jón Muller 1
Støðan | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
NEISTIN | 13 | 338 | 288 | 50 | 21 |
H71 | 13 | 346 | 327 | 19 | 19 |
VÍF | 11 | 336 | 325 | 11 | 12 |
TEAM KLAKSVÍK | 12 | 278 | 296 | -18 | 12 |
KYNDIL | 13 | 320 | 331 | -11 | 11 |
KÍF | 13 | 325 | 350 | -25 | 7 |
STÍF | 13 | 345 | 371 | -26 | 6 |