Hondbóltur
Tað verður VÍF, sum fær møguliga fyrimunin av heimavølli í eini triðu finalu um FM-heitið í manshondbólti.
Tað var sum so einasta niðurstøðan av dystinum á Hálsi sunnudagin, tá Kyndil og VÍF spældu eina óvanliga tama útgávu av stóra klassikaranum í føroyskum manshondbólti.
Stuðlar restaðu
Hjá báðum pørtum var galdandi, at onkrir týðandi spælarar ikki vóru við til dystin hesaferð. Antin tí teir vóru burturstaddir, ella tí venjararnir ikki vildi seta nakað sum helst í vága undan teimum so sera týdningarmiklu finalunum.
Hjá Kyndli merkti tað verjuna sera hart, at hvørki Hans Áki Dal-Christiansen ella Marius Joensen vóru tøkir til dystin. Júst teir báðir eru í mangar mátar bylgjubrótarar í verjuspælinum hjá Kyndli, og móti skotsterku vestmenningunum var tað nærum lívshættisligt. Ikki minst tí Regin Joensen tóktist hava stillað kanónina heilt væl, tá Kyndil av álvara royndi at ansa Sámali Joensen.
Í so máta bilti tað kanska minni, at Harald Bjørgvin og Áki Olsen sótu uttan fyri hjá VÍF. Ikki tí. Báðir hava í mangar mátar átikið sær sera týðandi leiklutir í álopsspælinum hjá VÍF, men soleiðis sum dysturin tók skap, so var frávera teirra ikki heilt so týðandi, sum tann hjá Kyndli tóktist at vera. Og so skert ikki burtur, at við at hava Martin Hummeland aftur á liðnum, hevur VÍF fingið enn eitt vápn til kantspælið.
Gjørdu sær ikki dælt
Móti dystarenda var tó um reppið, at veruligur spenningur kortini kom í dystin. Kyndil hevði togað seg somikið nær, at bert eitt mál skilti partarnar, tá VÍF fekk eina útvísing.
Í yvirtali megnaðu teir grønu tó ikki at umseta fyrimunin til mál, og tá Sámal so høgdi bóltin í kassa fyri VÍF, var alt mest sum avgjørt. Tann skoringin var kanska júst hon, sum avgjørdi, hvar seinasta finalan skal spæla, um komið verður fram til eina slíka.
Ivasamur fyrimunur
Meira enn nakað, so tóktist tað eftir dystin ivasamt, hvussu stórur fyrimunurin av møguliga heimavøllinum í triða dystinum er.
Í Útvarpinum høvdu venjararnir hjá báðum liðum á lofti, at dysturin hesa ferð meira enn nakað tænti sum fyrireikan til finaludystirnar. Og at hvørgin teirra tí vildi vága tað heilt stóra.
Tað setti so eisini sín dám á dystin, ið als ikki hevði tann intensitet, sum hesir oftast hava. Men tann parturin man væl og virðiliga vera broyttur, tá farið verður undir fyrsta finaludystin komandi sunnudag. Í fyrsta umfari verður talan tá um tvey verulig brak, og so fæst at vita, hvørt tað triða av slagnum eisini er væntandi.
Fakta um dystin
Kyndil-VÍF 27-29 (10-13)
Málskjúttar
Kyndil: Høgni Klein 10(2), Rókur Akralíð 9, Ragnar Stakksund 3, Janus Einar Sørensen 2(1), Hjalti M. Jacobsen 2, Josef Abrahamsen 1
VÍF: Regin Joensen 8(2), Sámal Joensen 7, Agnar Joensen 6, Áki G. Olsen 4, Martin Hummeland 1, Sjúrður Poulsen 1
Brotskøst: Kyndil 4, VÍF 2
Útvísingar: Kyndil 1, VÍF 4
Dómarar: Hallur Danielsen & Petur Skeel Dahl.