Næsta vikuskiftið á rað vann VÍF sær tvey stig, og aftur hesa ferð var talan um sannførandi avrik.
Fyri steðgin vóru tað fyrst og fremst tvær krútsterkar verjur, sum royndu at vinna dystin, men tá VÍF eftir steðgin fekk ferð á álopsspælið, hevði StÍF einki at svara aftur við.
Hjá VÍF skeyt Bjarti Hansen 8 av málunum. Marius Joensen skeyt 6 av málunum hjá StÍF.
VÍF-StÍF 29-18 (8-7)